Góðkendir debutantar

Føroyski landsliðsvenjarin er ikki heilt ónøgdir við dystin móti Portugal, hóast hann harmast um, at mótstøðan seinastu fimm minuttirnar broytti sigur til stórsigur

Fótbóltur

 

- Vit spældu móti einum væl sterkari liði, enn vit eru von við, og hóast vit at enda taptu stórt, so eri eg stórt sæð nøgdur við okkara innsats. Síggja vit burtur frá teimum seinastu minuttunum, so gjørdu vit ein góðan innsats líka til portugisar komu framum 3-0 í 86. minutti.

Soleiðis ljóðar viðmerkingin frá Jógvani Martin Olsen, landsliðsvenjara, um landsdystin í gjárkvøldið. Føroyska ferðalagið nýtti fyrrapartin í dag at ferðast í, og tí eydnaðist okkum ikki at fáa nakra viðmerking frá venjaranum ella spælarum, men á heimasíðuni hjá FSF letur Jógvan Martin tó væl at.

- Eg haldi, at verjan stóð seg væl, serliga tá hugsað verður um hvussu óroynd hon er. Debutantarnir gjørdu eitt sera gott avrik í mun til mótstøðuna, teir fingu í sínum fyrsta landsdysti. Eisini helt eg, at Bogi Løkin kláraði seg væl á miðvøllinum, sigur Jógvan Martin Olsen.

Landsliðsvenjarin royndi til eina nýggja leikskipan, sum var nógv meira verjukend, enn til undanfarnar dystir.

- Skipani vísti seg at rigga væl, og tykist væl hóskandi fyri okkum tá vit møta liðum, sum eru munandi sterkari enn vit, og har vit reelt ikki hava møgleikar at hava nakað skipað álopsspæl.

- Skal eg taka í egnan barm, so má eg viðganga, at tær seinastu útskiftingarnar ikki hepnaðust serliga væl. Tær órógvaðu spælið ov nógv, og liðið náddi ongantíð at umskipa seg, og tað var júst í hesum tíðarbili, at trý tey seinastu málini komu.

- Men bæði Christian Høgni og Mikkjal gjørdu tekin um, at teir vildu sleppa út, og tað er orsøkin til tær útskiftingarnar, sigur Jógvan Martin Olsen, sum samanumtikið er vónsvikin yvir stóra tapið.