Góðkenning eitt gott vørumerki hjá KJ

- At okkara aliringar nú eru góðkendir hjá Norsk Veritas, letur upp fyri nýggjum møguleikum, sigur Jóannes Mørkøre, sølumaður hjá KJ.

Síðan fjør heyst hevur KJ Hydraulik havt rættiliga nógvar leveringar av aliringum, serliga til Hiddenfjord, og nú verða fleiri aliringar framleiddir til Bakkafrost.

 

Tað er í fyrsta lagi hesi bæði alifeløg, sum keypa føroyskar aliringar, og hetta merkir eisini virksemið hjá KJ og teimum undirveitarum, sum fyritøkan á Kambsdali samstarvar við um aliringarnar.

 

Men, KJ letur eisini gera aliringar til útlendsk feløg, og nú felagið herfyri fekk Norsk Veritas góðkenning til sínar aliringar, eru vónirnar stórar um, at útlendski marknaðurin fer at veksa, kanska serliga í Noregi, Skotlandi og Íslandi.

 

- Henda góðkenning hevur verið ein treyt fyri at koma inn á norska marknaðin, og góðkenningin er eisini eitt gott vørumerki í øðrum londum, eitt nú í Skotlandi og Íslandi.

 

Jóannes Mørkøre, sølumaður hjá KJ, sigur, at tað serliga var í fjør heyst og í vetur, at aliringar vórðu gjørdir til Hiddenfjord (Luna), og í ár skulu fleiri gerast Bakkafrost.

 

- Hetta eru viðskiftafeløg, sum hava keypt okkara aliringar gjøgnum fleiri ár, sigur hann.

 

Talan er alt um stórar aliringar, sum KJ Hydraulik hesa seinastu tíðina hevur latið Hiddenfjord og Bakkafrost, nevniliga ringar, sum flestu eru 160 metrar í ummáli.

 

- Hetta eru aliringar, sum hava pláss fyri nógvum fiski og sum klára seg væl í sjónum – eisini móti opnum havi. Teir liggja væl í sjónum og klára seg væl í stórari aldu, sigur Jóannes Mørkøre.

 

KJ Hydraulik hevur tvær fyritøkur – ella tveir undirveitarar – sum gera aliringar. Hesir eru HP Jarn, sum samstarvað hevur verið við í eini níggju ár og PE Plast, sum KJ hevur samstarvað við síðan 1998.

 

- Sum er, hevur Bakkafrost bílagt einar 36 aliringar, sum skulu gerast í ár, og hetta kemur so oman yvir allar teir, sum vit hava gjørt fyri Hiddenfjord í heyst og í vetur, sigur Jóannes Mørkøre.

 

Í vinnublaðnum, sum var í VikuskiftisSosialinum fríggjadagin, er størri samrøða við sølumannin hjá KJ, bæði um aliringar og tvíkiljur, har fyritøkan í løtuni eisini hevur nakrar sáttmálar.