Ein av teimum, sum er valdur á fyrsta vikuliðið í Betrideildini, er 19 ára gamli miðvallarin hjá Víkingi, Géza Dávid Turi, sonur kenda fyrrverandi GÍ- og Víkinga-málverjan, Géza Turi.
- Tað er eitt lekkurt følilsi at koma á liðið, serliga tá ið man bara er 19 ár, sigur Géza Dávid Turi um herðaklappið at verða kosin ein av bestu leikarum í 1. umfari av Betrideildini.
Les eisini: Tveir úr TB eru á vikuliðnum
- Eg haldi tað gekk okay hjá mær. Men eg gjørdi nakrar feilir, sum eg ikki burdi gjørt, sigur hann.
Víkingur hevði vitjan av TB í gjár, og tað var ikki fyrr enn í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, at Víkingur tryggjaði sær ein 1-0-sigur.
- Vit vóru væl nøgdir við tey trý stigini, men har er nógv, sum vit skulu arbeiða við, sigur Géza Dávid Turi, ið sjálvur spældi allan dystin.