Tjaldingin hevur øll árini verið ein av sera stórur partur av G!, nú setur festivalurin ein tjaldingarovasta, fyri at tryggja uppaftur betri heildaruppliving fyri tey, ið tjalda.
Laura Olsen, sum í fleiri ár hevur verið knýtt at festivalinum, er sett sum tjaldingarovasti, og hevur fingið ábyrgdina av at samskipa tjaldinginga og tryggja at upplivingin verður so góð sum til ber fyri tey, ið tjalda.
Tey, ið tjalda, hava øll árini verið einum litríkur og spennandi partur av festivalinum, ið skapar ein stóran part av tí eyðkenda G! stemningum.
Tí er tjaldingin eisini eitt økið, ið G! støðugt hevur roynt at ment og gjørt betri.
Í sambandi við eftirmetingarnar av í fjør, er avgerð tikin um, at seta ein persón at hava yvirskipaðu ábyrgdina av tjaldingarøkinum.
Laura kennir allar mannagongdirnar væl, og hevur ótrúliga gott samband við; feløg, sjálvboðin og afturvendandi gestir ið eru við at skapa og seta dám á festivalin. Tí var hon uppløgd til starvið.
Hon kemur at vera eitt slag av umboðskvinnu hjá teimum, ið tjalda. Tann, ið tey venda sær til, um okkurt kundi verið betur, og tann, ið tryggjar best møguliga tænastustøðið.
G! Festival 2014 er í døgunum 17. 18. & 19. juli Hevur tú enn ikki tryggja tær eitt tjaldingarpláss, ber til at keypa tað á gfestival.fo