Triði dagur er farin afturum í NM kappingini í Kolding og føroysku svimjararnir hava staðið seg væl. Heili tvey føroysk met eru komin til høldar frá tveimum ungum svimjarum. Signhild Joensen úr Ægir setti met í 200 metrum ryggsvimjing, og Vár Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag setti met í 400 metrum frí.
Vár Erlingsdóttir Eidesgaard svam seg í finaluna í 400 metra frísvimjing. Hon svam teinin uppá 4:17.87. Sára Nysted átti føroyska metið og juniormetið á 4:18.31, frá NM í fjør. Tíðin hjá Vár Ejdesgaard rakk til eitt 4. Pláss í finaluni, bert 16 hundraðpartar aftanfyri bronsuna á triðja plássinum.
Signhild Joensen úr Ægir setti risastórt nýtt føroyskt met og juniormet í 200 metra ryggsvimjing á stuttgeil, tá ið hon vann bronsu við tíðini 2:11.53. Hon átti sjálv bæði føroyska metið og juniormetið á 2:13.76 áðrenn, frá HS-stevnuni í november mánaði.
Har umframt vóru fleiri føroyingar í finalum í dag. Signhild Joensen bleiv nummar seks í junior finaluni í 200 metrum rygg og Vár Ejdesgaard bleiv nummar fýra í junior finaluni í 400 metrum frí. Róland Toftum bleiv nummar átta í 200 metrum bringu, ímeðan Marius Gardshodn tók annað plássið í 400 metrum frí í finaluni í 400 metrum frí. Har afturat hava vit pláss í liðrennings finalunum, hjá bæði monnum, kvinnum og gentum.
Alvi Hjelm hevði eisini svomið seg í finaluna í 400 metra frísvimjing, men trekti seg frá finaluni. Ásbjørg Hjelm og Jana Thomsen høvdu góðan møguleika at koma í finalurnar í ávíkavist 200 metrum bringu og 200 metrum firvaldi, men vóru kolldømdar. Ásbjørg Hjelm fyri dupult undirvatns armtak og Jana Thomsen fyri ójavnt innslag í vending.