Leynar: Tað er týsdagur og klokkan er farin at nærkast middegi.
Uttanfyri er veðrið av tí allar ringasta. Vindurin er nógvur og haraftrat oysir regnið niður.
Inni í skúlanum eru næmingarnir lidnir við fyrru helvtina av degnum, og nú sleppa tey umsíðir út aftur í frælsið.
At veðrið ikki er til vildar, leggja tey líka í: Bólturin verður tikin í hondina, og nú skal dystur vinnast á vølli. So er líkamikið, hvussu regnið oysir niður.
Einki er sum at sleppa av við eitt sindur av orku. Løtan uttanfyri verður kortini ikki long, tí regnið vann á huganum at spæla bólt.
Fáar minuttir seinni er hetta fríkorterið av, og skúlagongdin byrjar aftur.
Í skúlastovuni seta tey fimm børnini seg so friðarliga at taka ímóti undirvísingini sum lærari teirra, Jens Pauli í Dali gevur teimum.
Best við fleiri
Hetta skúlaárið er tey bert fimm í Leyna skúla – Eyðun í 4. flokki, Ári í 5. flokki, beiggi hansara Martin í 2. flokki, Hans í 3. flokki og einasta gentan, Laila í 4. flokki.
Hóast næmingarnir bert hava gingið fá ár í skúlanum, duga tey sjálvi at síggja bæði fyrimunir og vansar við at ganga í einum soo lítlum skúla.
Tað góða – fyri at taka tað fyrst – er at tað er rættiliga friðarligt. Tað er líkasum at samanhaldið gerst betri, og hvør veit, kanska læra tey eisini meiri, tí lærarin hevur so góða tíð til tann einstaka næmingin.
Serliga á jólum merkja tey tað góða í tí, at tey eru so fá og tá tey gera ymiskar útferðir tað góðu árstíðina. Tað hevur sína stóru ávirkan á at hugnin gerst so serstakur.
Hinvegin hevur hetta eisini eina baksíðu, og sum tey eisini eru varug við: Ein kann nevniliga ikki spæla øll spøl, tá tey eru so fá.
- Tað er ofta ringt at manna tvey lið til ein fótbóltsdyst. Best hevði verið um fleiri vóru sum kundu spælt dyst, sigur Ári, sum er ein teirra sum dámar sera, sera væl at sparka.
Onkran at práta við
Í Leyna skúla er bert tann eina gentan, og onkur kundi kanska hildið, at tað var ein óinteressant tilvera sum einstøk genta millum allar dreingirnar.
- Ja, tað er skeg viðhvørt, men sum oftast er tað eitt sindur keðiligt ikki at hava onkra aðra at spæla við í fríkorterinum.
- Tað hevði verið gott um onkur onnur genta var at práta við, staðfestir Laila.
Tey eru við millumbilum í Kvívík, og tá koma tey í ein skúla við munandi fleiri næmingum.
Hetta halda børnini er sera gott, tí tá kunnu tey spæla spøl við fleiri næmingum.
Besta lærugrein
Hjá næmingum er so ymiskt, hvørjar lærugreinar teimum dáma best.
Í Leyna skúla er skipanin hon, at tey hava tær flestu lærugreinarnar í teirra skúla, men fara so í Kvívíkar skúla til ymiskar handaligar lærugreinar og fimleik.
Hjá teimum fimm børnunum eru bestu lærugreinarnar ymiskar:
Lailu dámar væl kristni, enskt og søgu. Eyðun dámar væl enskt, meðan ára dámar best enskt og lesing.
- Men annars dámar okkum væl at ganga í skúla, siga tey fimm við ein munn.
Eitt lív eftir skúlan
Skúlin er kortini ikki alt í teirra lívi. Aftaná skúlatíð taka børnini við ymisk spøl – serliga uttandura,
Eyðuni dámar væl at sparka, og fær hann ofta vitjan av Ára. Tá kunnu teir finna uppá ymisk spøl úti og frammanfyri telduna.
- Vit eru eisini onkutíð niðri á sandinum. Tá veðrið er gott, eru sera nógv fólk her, siga næmingarnir.
Laila dámar væl at gera fimleik, og gongur hon til fimleik og flogbólt í Kollafirði. Hon er rættiliga nógv í Kollafirði, har hon hevur familju. Og tey úr Kollafirði koma hinvegin ofta til Leynar at vitja hana.
Næmingarnir ganga í Leyna skúla til og við 5. flokk, tá tey síðani fara í Kvívíkar skúla.
Sum støðan er nú, eru fleiri børn í bygdini undir skúlaaldur. So líkt er til at skúlagongdin verður í skúlanum eisini í framtíðini.
Næmingar í skúlanum
Í Leyna skúla eru sum nevnt fimm næmingar. Teir eru:
Martin H. Dam í 2. flokki
Hans Benadiktsson í 3. flokki
Laila Djurhuus í 4. flokki
Eyðun Petersen í 4. flokki
Ári H. Dam í 5. flokki
Lærari er Jens Pauli í Dali, sum hevur verið lærari her í samfull 35 ár