Gamal kenningur verður venjari í Fuglafirði

Í Fuglafirði verður vónað, at manningin verður umleið tann sama, nú teir ætla at toga seg longri fram, sum hon var, tá ið tað eydnaðist teimum at sleppa undan niðurflytingini

ÍF FYRIREIKINGAR

Tað verður ein gamal kenningur í Fuglafirði og ÍF, sum fer at hava ábyrgdina, tá ið fuglfirðingar eftir ársskiftið fara at leggja til brots í fyrireikingunum til nýggja kappingarárið. Petur Simonsen, sum býr í Havnini, men er ættaður úr Fuglafirði, og ÍF skrivaðu týskvøldið undir sáttmála, sum sigur, at Petur tvey tey næstu árini skal vera venjari hjá ÍF. Tað skrivaði ÍF heimasíðan mikudagin.
- Uppgávan kennist bæði spennandi og sum ein stór avbjóðing. Eg havi ikki verið venjari í bestu deildini síðani í 1998. Men eg havi havt samband við venjarar og fótbóltsheimin, og tað er mín fatan, at talan hevur verið um stórar broytingar síðani tá, og ikki minst í Fuglafirði eru teir málrættaðir og taka uppgávuna í stórum álvara. Tað er í hvussu so er fatanin, sum eg havi fingið, tá ið vit hava tosað um samstarvið, sum vit nú hava gjørt av at fara undir. Eg haldi, at tað eru møguleikar í spælarunum, sum vóru við í ár, og nevndin og stuðulsfelagið hava sett út í kortið, og teir kenna fyritreytirnar.
Hetta sigur Petur Simonsen. Hann er ikki ókendur í ÍF. Har hevur hann bæði verið formaður og venjari. Hann var formaður frá 1978 og til 1982. Tað var um ta tíðina, tá ið vøllurin í Fuglafirði varð gjørdur av nýggjum. Petur hevur í tveimum skiftum verið venjari hjá ÍF. Fyrra skeiðið var 1983, 1984 og 1985, og seinna skeiðið var í 1996 og í 1997. Í 1998 var Petur venjari á Toftum, og síðani tá hevur hann ikki verið venjari í fremstu røð.
Petur er ein av tíggju venjarum í Føroyum, sum hevur tað sonevndu elituvenjara útbúgvingina. Hann hevur tey seinnu árini saman við fleiri av hinum elituvenjarunum arbeitt sum instruktørur, og samstundis hevur hann verið venjari í øðrum deildum enn tí fremstu. Í ár hevur hann havt ábyrgdina av unglingunum og 3. deildarliðnum hjá. Í 1999 var hann venjari hjá HB unglingunum og 2. deildarliðnum, og í 2000 vandi hann smádreingirnar og dreingirnar hjá EB/Streymi.

Sama fólkið
Rúni Petersen, formaður í ÍF, sigur seg vera fegnan um, at venjaraspurningurin fyri tvey tey næstu árini er fingin upp á pláss.
- Tá ið vit í fjør fluttu upp í bestu deildina, settu vit okkum sum mál, at trý tey næstu árini skuldu nýtast at fóta okkum í bestu deildini. Millum fyritreytirnar, ið skulu vera upp á pláss, eru, at venjaraspurningurin og spælaraspurningurin eru loystir. Nú er Petur Simonsen vorðin venjari, og vit eru fegnir um, at hetta er komið upp á pláss, nú vit tosa við spælararnar. Vit halda, at tað eru møguleikar fyri, at liðið, sum spældi í ár, kann gerast uppaftur betri, og tí vóna vit, at somu spælarar, sum spældu við í ár, eisini fara at vera við næsta ár. Vit vóna eisini, at tað fer at eydnast at fáa onkran spælara afturat. Enn er ov tíðliga at siga nakað ítøkiligt um hetta, men vit halda, at tað sær hampuliga gott úr, sigur Rúni Petersen, sum í gjár ikki vildi vera meiri ítøkiligir viðvíkjandi spælarunum.
Tá ið ÍF í fjør tryggjaði sær uppflyting til bestu deildina, var Sigfríður Clementsen venjari. Hann helt fram eftir ársskiftið, men í summar varð hann sagdur úr starvinum. Tá tók Petur Mohr liðið á seg, men nú hevur nevndin so aftur gjørt av at skifta venjara.