Mynd: Uni Zachariassen

Gamla Apotek skal seljast

Og politisku flokkarnir fáa nógv betri umstøður í bygninginum hjá Havnar Arbeiðarafelag á Tinghúsvegnum

 

Mynd: Uni Zachariassen

Løgtingið fer at leiga bygningin hjá Havnar Arbeiðarafelag at hýsa politisku flokkunum. Landsverk flytir yvir í bygningin hjá Gullak Madsen yvir við Strond 17, har sum politistøðin hevur verið seinastu árini – og Uttanríkis- og mentamálaráðið skal finna annað leigumál.

Tað er greitt, eftir at Løgtingið yvirtekur leigumál, sum Landsverk hevur havt við Havnar Arbeiðarafelag.

Hetta visti útvarpið hjá Kringvaprinum at siga í kvøld.

Í løtuni verður bygningurin hjá einum felag hjá føroyska ríkmanninum og reiðaranum í Hirtshals í Danmark, Gullaki Madsen, yvir við Strond 17, SP/F frá 25.september 1978, umvældur til at hýsa Landsverki. Tað er bygningurin, har politistøðin hevur leigað seinastu árini – og har sum Fiskimálaráðið eisini leigar.

 

##med2##

Landsverk væntar at flyta í bygningin í heyst. Tá Løgtingið yvirtekur leigumálið hjá Landsverki í bygninginum hjá Havnar Arbeiðarafelag á Tinghúsvegi 5, 7 og 9. Tá hevur Løgtingið allar adressunar á Tinghúsvegnum frá Vaglinum av og niðan til Bøkjarabrekku. Tá fáa flokkarnir nógv betri umstøður, enn teir hava á Gamla Apoteki, sum er ein illa hóskandi bygingur til skrivstovu og fundarvirksemi.

 

Mynd: Uni Zachariassen

Løgtingið hevur síðani 1854 húsast á Tinghúsvegi 1 í Havn. Nú fer umsitingin hjá Løgtinginum umframt at húsast á Tinghúsvei 3 eisini at húsast á Tinghúsvegi 5, 7 og 9 í hølunum, sum Havnar Arbeiðarafelag hevur