Gamla urgan í Hoyvíkar kirkju tikin niður

Fyri tveimum døgum síðani tók eitt væl mannað lið gomlu urguna í Hoyvíkar kirkju niður, og í komandi viku kemur tann nýggja til landið. Tá verður farið undir drúgføra arbeiðið at seta hana upp.

 

Gamla orglið, sum hevur verið ein góð fyribilsloysn, var áttaraddað og kom úr Danmark. Bróðurparturin kom úr einari kirkju á Fjóni.

 

Urgan er so mikið slitin, at hon verður ikki sett upp aðra staðni, stendur at lesa á facebook-vanganum hjá Hoyvíkar kirkju.

 

Nýggja urgan til Hoyvíkar kirkju er gjørd á orgulverkstaðnum hjá Marcussen & Søn í Åbenrå og er 25 raddað við manual og pedal. Ætlanin er at hon skal verða tikin í brúk sunnudagin 1. mai.

 

Fleiri myndir eru at síggja á facebook-vanganum hjá Hoyvíkar kirkju.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##