Gamli maðurin og orðið

- Harrin er hirði mín, tí havi eg onga orsøk at óttast, sigur Eliesar, sum kom til trúgv á Jesus fyri 76 árum síðani.

Klaksvík: - Eg eri ongatíð einsamallur, tí Harrin er altíð hjá mær!
Tað er ikki neyðugt at sita leingi inni hjá Eliesari, fyrrenn tú skilir, hvat hesin maður hevur sett álit sítt á, bæði í lívi og handan deyða.
Á vegginum hongur "Ráðgevarin", á borðinum liggur Bíblian, eins og har liggja ymisk andalig skrift. Og so eitt útvarpstól við bandavspælara.
- Tað er ikki tí, eg lurti ikki nógv eftir útvarpinum. Men eg brúki bandupptakarin nógv, tá eg skal lurta eftir Bíbliuni, sigur Eliesar.
Hann er so mikið sjónveikur, at hann kann ikki lesa í Bíbliuni, hóast hann so fegin vildi. Tí eru andaligu bondini ein stór troyst og hjálp hjá honum: Onkur hevur nevniliga lisið partar av Bíbliuni inn á bond, soleiðis at Eliesar, og onnur í somu støðu sum hann, kann fáa andaliga føði tann vegin.
- Hygg her. Lurta nú!, sigur hann.

Ljósið og samfelagið
Við fingrunum finnur hann á play, og ein myndig mansrødd byrjar at lesa klárt og týðiligt: - Vit lesa nú úr fyrsta brævi Jóhannesar. Kapittul 1 og frá vers 1.
Eliesar setur seg væl aftur á í stólin, hann faldar hendurnar saman og lurtar við andakt. Hetta eru væl kend ørindi fyri hann, um at ganga í ljósinum og um at hava samfelag við Harran.
Maðurin á bandinum lesur nøkur vers, og Eliesar lurtar framvegis, uttan nakra minu. Nú byrjar hann, fyrst varliga at flyta varrarnar við somu orðum sum upplesarin, og tá hann er komin nøkur ørindi út í henda fyrsta kapittulin lesa teir báðir í takt.
Hetta er ikki bara ein vanlig ramsa fyri hann, men hetta er nakað sum hann kennir, nakað sum hann hevur sannað í lívi sínum, og nakað sum kemur beina leið úr hjartanum.
"Játta vit syndir okkara, er Hann trúfastur og rættvísur, so Hann fyrigevur okkum syndirnar og reinsar okkum frá allari órættvísi", ljóðar úr bandupptakaranum.
- Ja, soleiðis er tað. Har er hvørt orð satt, sigur Eliesar.

Til minnis um seg
Sunnudagurin er fyri Eliesar ein serstakur dagur, sum hjá so mongum øðrum trúgvandi fólki.
Dagurin byrjar við morgunmøtinum í Betesda - hetta møtið, sum Eliesar heldur vera tað besta møtið av teimum øllum.
Serliga væl dámar honum breyðbrótingina, har hann og øll hini á møtinum fáa loyvi til at minnast Jesu verk á ein serstakan hátt.
- Hann segði jú við okkum, at vit skuldu gera hetta til minnis um seg. Og tað gleðist eg um, sigur hann.
Tá bønarmøti er mánakvøld er Eliesar altíð við, og tað sama á uppbyggingarmøtinum mikukvøld.
Men aftur til sunnudagin.

Sjónvarpið
Inni í sovikamarinum hevur hann nevniliga eitt tól aftrat, - sjónvarpstólið. Hann plagar at hyggja eftir tíðindasendingini, men sunnudag kl. 4 er hann fastur frammanfyri sjónvarpið.
Tá er ein andalig sending á skránni - annaðhvørt upptøkur frá onkrum møti ella frá onkrari gudstænastu. Hetta er eisini ein góð løta fyri Eliesar.
Henda sendingin varir í ein tíma ella so, og tá fer hesin 99 ára gamli maðurin at gera seg kláran til tað næsta andaliga tiltakið: Kvøldmøtið í Betesda.
Hetta møtið varir vanliga í hálvanannan tíma, og hóskar hetta seg sera væl inn á skránna hjá hesum kvika gamla manninum.
Hann má náa heim, og fáa sær ein nátturðabita, áðrenn klokkan gerst 19:50.

Ein andakt við andakt
Kl. 19:50 kemur nevniliga enn ein sending, sum er millum favorittar hansara: Andaktin í sjónvarpinum.
- Tað plagar vanliga at passa so øgiliga væl, at eg eri akkurát liðugur við nátturðan, tá andaktin byrjar, sigur hann.
Tað er ikki altíð at Eliesar kennir tey, sum hava andaktina. Men fyri hann hevur tað ikki so stóran týdning. Tað týdningarmesta er at fáa boðskapin um Jesus fram.
Og Eliesar lurtar altíð við andakt og við áhuga eftir andaktini.
- Eg veit ikki, hvør tað var sum hevur havt tvær tær seinastu andaktirnar. Men eg haldi, at tað var sera gott tað, sum hann segði.
- (Vit hava síðani fingið uppspurt í Sjónvarpi Føroya, at hann, ið hevði hesar andaktirnar sunnukvøldini 15. og 22. mai, var bygdarmaður hansara, Egil Joensen úr Klaksvík).
- Jú, jú. Tað var rætt sum hann segði, sigur hann.

Rørdir
Vit hava sitið eina góða løtu inni hjá Eliesari, og nú er tíðin komin at fara víðari. Vit siga farvæl, og ynskja honum ein góðan dag við gomlu føroysku heilsanini: Jesus fylgi tær.
Men Eliesar vil fegin hava eitt orð inn aftrat - eina serstaka til heilsan til okkum báðar frá tíðindatænastuni.
Hann fer á føtur, stillar seg mitt á gólvið, faldar hendurnar og fer at syngja ein vakran sálm í tveimum ørindum um tað at hava álit á Harran. Vit gerast báðir rørdir av vakra sanginum - so rørdir at vit ikki fingu navnið á sanginum við.
- Havið tað gott, tit báðir. Og takk fyri í dag, sigur Eliesar.
Tað var ikki hann, sum skuldi takka, men vit báðir. Vit, sum hava verið saman við einum manni, sum, at síggja til, kann sita einsamallur í einum stóli í køkinum. Men sum hinvegin ongatíð følir seg einsamallan, tí Harrin er honum so nær.