Múlaosturin hevur fingið góða móttøku, tá hann hevur verið til sølu og nú eru fyriskipararnir farnir at gera klárt at selja næstu framleiðsluna.
Ein týdningarmikil partur av marknaðarføringini av eini vøru, er søgan um vøruna, og sjálvandi verður osturin, sum hongur í Múla, knýttur at søguni um Guttorm í Múla.
Múlaostarnir eru úr hjallinum, har hjallurin hjá Guttormi stóð – grótið á nuverandi hjalli er tað grótið, sum Guttormur lagaði sín hjall við.
Soleiðis skriva framleiðarin um Guttorm í Múla:
Guttormur í Múla (1657-1737) livdi eitt hendingarikt lív. Hann var sagdur at duga gand, var uppfostraður hja góðum og mentaðum fólki og dugdi tíðliga at lesa og skriva og var fyrsti intellektuelli føroyingurin.
Fyrstu ferð vit hoyra Guttorm gitnan er í samband við ein danskan prest á Viðareiði. Hetta er um veturin, unga prestakonan doyr brádliga og prestur jarðar hana, hann er sera sorgarbundin og keddur sum rímuligt er. Dagin eftir jarðarferðina er stórur uppgangur og partur av kirkjugarðinum á Viðareiði skolar burtur og fleiri kistur fara á sjógv, har í millum kistan við prestakonuni. Hon rekur inn á Norðdepli, verður bjargað, fingin til Viðareiðis og fer prestur so aftur undir at jarða konuna.
Hetta frættist til Havnar har systir prestakonuna, gift við Fútanum, býr. Hon skundar sær til Viðareiðis at síggja systrina enn einaferð. Tá hon kemur norður, er systirin júst jarðað fyri aðru ferð, hon bønar og biðir og illa letir um ikki prestur, sín kæri svágur, kann grava hana uppaftur, so hon kann siggja hana, nú hon er komin norður til tað sama. Við ringum tannabiti játtar prestur, og teir grava prestakonuna upp, systir sigur farvæl, og so verður prestakonan jarðað fyri triðju ferð!
Men nú verður reint galið, prestakonan gongur aftur á bæði degi og nátt, so ikki er inniverandi á Ónagerði, og prestur missir bæði svøvn og nervar av øllum ganginum og konuni, sum gongur aftur.
Boð verða send eftir Guttormi, hann manar prestakonuna í grøvina (fjórðu ferð) og fær kyrrað prest við coaching og sterkum løgi, og so er aftur friður á Viðareiði. Her byrjar legendan um Guttorm Í Múla.
So tað er ikki løgið at Múlaosturin er eitt sindur gandakendur !