Gangi ½ marathon aftur í 2016

Krabbameinsfelagið skipar saman við Tórshavn Marathon aftur fyri gangi ½ maraton í 2016.

Krabbameinsfelagið og Tórshavn Marathon skipa aftur fyri gangi ½ maraton í 2016.

 

Hetta er 14. ferð, at Tórshavn Marathon verður runnið. Startur og mál eru á Vaglinum í Havn, og rutan verður hin sama sum í ár.

 

- Í 2016 verður aftur møguligt at ganga ½ maraton. Hetta verður gjørt í samstarvi millum Krabbameinsfelagið og Tórshavn Marathon.

 

Krabbameinsfelagið sigur, at tey, sum ganga, fara somu leið sum rennararnir fara, men ganga ikki fyrsta rundteinin inni í Havnini.

 

- Gingið verður fram við Strond og so beinleiðis eftir Hvítanesvegnum og inn móti Kaldbaksbotni.

 

Lagt verður aftrat, at vent verður við elverkið á Sundi og síðan verður hildið fram somu leið heimaftur.

 

Neyvari kunning kann lesast á heimasíðuni hjá Krabbameinsfelagnum - www.krabbamein.fo