Flestu partrolarapør eru til fiskiskap í løtuni, og onkur pør koma inn at landa í næstu viku.
- Øll skipini fiska upsa, men fáa eisini nakað av hvítum fiski, serliga longu og so nakað av toski, hýsu og hvítingi.
Á Fiskamarknaði Føroya siga tey, at fiskiskapurin hjá partrolarunum saktans kundi verið betri.
Ein djúpvatnstrolari er á svartkalvaveiði. Teir eru nýliga byrjaðir túr og koma neyvan inn at landa fyrr enn í aðru viku.
- Ein frystitrolari fiskar svartkalva, og ein er á beding, verður lagt aftrat.
Í løtuni liggja allir teir smáu trolbátarnir.
Tvey garnaskip fiska svartkalva, og tvey fiska havtasku.
- Garnaskipini hava brúkiligan fiskiskap, og tey koma øll inn at landa í næstu viku, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.