Garvillur Ingálvur av Reyni

Nú garvilla lívsverkið hjá Ingálvi av Reyni hongur á Listasavninum, gongur hansara ómetaligi týdningur av álvara upp fyri gánandi gestunum, skrivar Kinna Poulsen í Sosialinum Stórfingnari og áhugaverdari minnisframsýning skalt tú leita leingi eftir, staðfestir Kinna Poulsen, listaummælari í ummæli í Vikuskiftis Sosialinum

- Her hanga dømi um listarlig gjøgnumbrot so sum ein av nonfigurativu kompositióninum við heitinum »Kurpali« og kvirra, afturlatna meistaraverkið »Gráur morgun« saman við dapra verkinum »Tey ganga á vegnum og bíða«, tá Ingálvur á fyrsta sinni roynir seg við eini størri figursamanseting.

Serliga áhugavert heldur ummælarin tað vera at síggja tær nýggjaru monumentalu kompositiónirnar, sum vit nú hava møguleikan at uppliva sum partar av einari stórslignari heild.

- Tú kennir teg evarska lítla og týdningarleysa framman fyri hesum myrku, gløðandi løriftunum, ið sum veldugar apoteosur reisa seg uppi yvir tær í abstraktum, ekspressivum myndum, sum innihaldsliga tykjast snúgva seg um júst tað sama eksistentiella evnið, um stokkutu tilveru einstaklingsins, sum hjálparleysur eitt lítið bil rekur á havi alheimsins, meðan hann roynir at geva seg til kennar.

Hóast okkurt lítið er at fýlast á, er tað sum at allar hugsandi atfinningar hava lyndi at hvørva í svart skyggjandi glæmuni frá lívsverki Ingálvs (svartur og garvillur), hvørs ómetaligi týdningur fyri føroyska myndlist nú av álvara gongur upp fyri øllum okkum gánandi framsýningargestum, staðfestir Kinna Poulsen.