Gassframleiðsla nærkast Føroyum

Í farna mánað varð spakin settur í eina útbygging av gasskeldum vestan fyri Hetland fyri góðar 20 milliardir kr. Verkætlanin kann fáa týdning fyri gassfund við Føroyar eisini.

Meira enn 25 ár eru liðin, síð­ani oljufeløg raktu við gass í undirgrundini mið­skeið­is millum Hetland og før­oyska markið. Higartil hevur tað ikki verið mett lønandi at taka gassið upp. Nú tøknin og serstakliga hav­botnsútbúnaður eru so nógv ment hava olju­­­feløg verið aftur á tekni­borð­inum og sett út í kortið eina risa­verkætlan fyri meira enn 20 milliardir krónur. Hol er sett á eina heilt nýggja tíð fyri bretska olju- og gassvinnu.
Fyrsta byggistig er at seta upp eina gass­verk­smiðju í Sullom Voe í Het­landi, nær­hendis verandi olju­havnini. Farið varð undir arbeiðið nú um dag­­­ar­nar og skal í fyrsta lagi byggjast ein íbúð­ar­­bygningur, sum kann húsa 800 arbeiðsfólkum. Tá gass­verkið verður tikið í brúk verður mett, at har verða eini 70 arbeiðspláss.

Gassleiðingar
Shetland News skrivar, at spakin varð settur í jørð­­ina, sum hetlendska heima­stýrið hevur leigað Total miðskeiðis í mai. Bara hesin fyrsti part­ur­in av gass­verk­ætlanini fer at kosta knappar fimm milliardir krónur. Síðani verður ein 140 kilometrar long rørleiðing løgd mill­um Sullom Voe og gass­keld­urnar Laggan og Tormore. Aftrat hesum verður so sera fram­komin útbúnaður sett­ur upp á havbotninum, har gassið kemur upp úr undir­grund­ini. Eisini verð­ur enn ein gassleiðing uppá 235 kilo­metrar løgd frá Sullom Voe og knýtt í Friggleiðinga í Norðjónum, haðani gass­ið so fer víðari inn á megin­landið.
Ætlanin er, at fyrsta gass­ið frá leiðunum vest­an fyri Hetland skal koma til lands í 2014. Tað verð­­ur síð­ani viðgjørt og goymt á gass­støðini á Sullom Voe, hað­ani tað so fer víð­ari aftur um­vegis gass­leið­ingar í Norð­­sjónum til St. Fergus í Skot­landi, har gassið loksins verð­ur gjørt klárt til at senda víðari til húsar­hald í Stóra Bretlandi. Ætl­anin er, at gassið frá leið­unum vestan fyri Het­land skal nøkta umleið 6% av gass­tørv­­inum á risastóra bretska heimamarknaðinum.

Týðandi verkætlan
Tað var skotski ráðharrin David Mudell, sum setti fyrsta spakan í, tá farið varð undir stóru verkætlanina. – Hetta er ein sera týdn­ing­armikil verkætlan fyri Bretland, Skot­land og Het­land og sum vísir, at olja og gass hevur eina framtíð her segði hann.
Stjórin hjá Total í Bret­landi, Roland Festor helt fyri, at Laggan-Tormore gass­leiðingin fer at verða lykilin til at lata upp fyri øðrum leiðum vestan fyri Hetland. Total, sum er fyri­støðufelag, fer at bora í Edradourøkinum í summar umframt at tríggjar aðrar gasskeldur Highland Park, Glenlivet og Tobermory nú eisini vísa seg at kunna útbyggjast til framleiðslu.
– Laggan-Tormore er ikki í sær sjálvan ein risa­stór út­bygging, men hon er grund­­ar­lag­ið undir ein­um undir­­støðu­kervi í øk­in­­­um, vit­­andi at byrj­anin altíð er tað torførasta. Hetta undir­­støðu­kervi er av stór­um týdn­ingi fyri Bret­land. Avgerandi er at fáa hol á møguleikarnar og eftir tað er tað væl lættari at knýta aðrar leiðir uppí segði Total­­stjórin.

Trygdin raðfest høgt
Hann legði eisini stóran dent á, at trygdin hevur fyrstu raðfesting, ikki minst í kjalar­vørrinum á oljudálk­ingini í Meksi­kanska Flógv­anum, og vísti annars á, at krøvini til trygd í bretskum sjógvi eru vorðin nógv hægri enn aðrastaðni í heim­inum eftir Piper Alpha van­­lukk­una í 1988.
Hann viðgekk, at tal­an er um eitt harðbalt um­hvørvi men legði dent á, at trygdarkrøvini í Bretlandi eru á sera høgum støði, og at feløg longu hava virkað í hesum umhvørvinum í mong ár við góðum úr­slitum. – Vit fara ikki at taka nakran váða, sum ikki kann góðtakast.
Sandy Cluness frá het­lendska heimastýrinum segði, at nýggja verkætlanin fer at spræna nærum tvær milliardir krónur inn í lokala búskapin umframt at vera við til at halda lív í Sullom Voe, sum varð bygt í 1979 og tá var mett at hava eina livitíð uppá góð 30 ár.

Týdning fyri Føroyar
Henda ovurstóra íløga hev­ur eisini stóran óbeinleiðis týdn­­ing fyri Føroyar. Um og tá gass verður funnið í føroysku undirgrundini tætt við markið, so merkir tað, at hesi fund kunnu binda í gassleiðingina bretsku megin markið. Tað merkir so eisini, at um so er, at gassfund, sum verða gjørd í føroyskum øki, ikki eru nóg stór og har­við lønandi at standa einsa­møll, tvs. at verða bygt út sjálv­støðugt, so kunnu hesi kortini gerast lønandi, um ein infrastukturur longu er í umhvørvinum.
Vit kunnu tí væl siga, at tær 20 milliardirnar, sum nú verða settar í ein gass­infrastuktur vestan fyri Het­land, eisini eru eitt slag av íløgu í eina framtíðar før­oyska kolvetnisvinnu. Hin møguleikin er so eis­ini, at gasskeldur her eru so mikið stórar, at man heldur velur hina loysnina: at leggja rør­leiðing til lands og viðgera gassið á gass­virkjum á landi í Føroyum.