Sveisiski top-dómarin, Massimo Busacca, hevur fingið floytibann í tríggjar dystir. Hetta hendir, eftir at hann í dysti millum Young Boys og FC Baden rætti tann minni pena fingurin móti áskoðarunum hjá Young Boys. 40 ára gamli Busacca er annars ein av mest virdu dómarunum í Sveis, og hann hevur dømt hópin av altjóða top-dystum. Eitt nú var hann maðuri, sum leiddi dystin millum Danmark og Portugal herfyri.