Neyvan er tað nakað øki í heiminum, sum fyllur so nógv í fjølmiðlunum sum afturvendandi stríðið ella rættari stríðini í Miðeystri. Irak hevur verið á breddanum nærum hvønn dag í mong ár, men stríðið millum ísraelar og palestinar er eisini vorðið eitt afturvendandi stórmál í mong ártíggju.
Gaza hevur eftir øllum at døma avloyst nøvn sum Bagdad og Kabul. Støðan í palestinsku økjunum í Gaza er vorðin alsamt verri fyri hvønn dag hesar seinastu vikurnar. Áhaldandi rakettálop frá Hamasdeildum í Gaza móti ísraelskum bygdum í suðurísrael hava tendrað í fjús, sum hava fingið fleiri krúttunnur at bresta. Ísraelski herurin er nú farin inn í Gaza og tekur seg ikki aftur, fyrr enn trygd er fingin fyri, at Hamas gevst við rakettálopunum á sivil í suðurísrael. Hamas hinumegin leggur Ísrael undir at drepa børn og kvinnur, sum einki hava við stríðið at gera. Tað tykist vera skrúvan uttan enda. Haturið bara veksur og veksur. Fyri hvørt álop bara økist hevdarhugurin.
Umheimurin roynir at leggja trýst á partarnar fyri at fáa eina vápnahvíld, ið kann spara mongu sivilu lívini. Tað tykist tó ikki at ganga nakran veg við tí. Hóvligu palestinarnir á Vestara Áarbakka, sum ikki hava staðið væl um sótt við víðgongda Hamasfelagsskapin, eru nú farnir at stuðla brøðrum og systrum í Gaza og heita á umheimin at steðga álopunum á sivilar palestinar í Gaza.
Hóast vesturlendskar stjórnir og leiðarar hava heitt á Ísrael um at gevast við álopunum, sum fleiri meta vera hópdráp av sivilum, so halda ísraelar fram við álopunum og gevast ikki fyrr enn bilbukt er fingið á Hamas.
Nú tykist tað bert at vera høvuðsstuðul Ísraels, USA, sum kann fáa eina vápnahvíld í lag. Tað nærkast forsetaskifti í USA, og tað verður spennandi at síggja, um nýggi forsetin fer at megna tað, sum aðrir ikki hava, nevniliga at fáa partarnar ella umboð fyri teir til samráðingarborðið aftur. Hetta er eingin løtt uppgáva, tí ilt er at seta seg við samráðingarborðið við Hamas, sum umframt at hava stóran týdning fyri mangar palestinar eisini er yvirgangsfelagsskapur, ið als ikki vil góðkenna, at Ísrael er til.
Hvussu og ikki, so er neyðugt við onkrum, sum umboðar bæði vald og virðing og sum kann skera ígjøgnum. Vit kunnu bara vóna, at komandi amerikanski forsetin við sínum valdi og virðing megnar at fáa tveir so ymiskar partar at ganga við til eina varandi vápnahvíld - samstundis sum tað verður farið undir nýggjar samráðingar millum Ísrael og palestinar um tað drúgva stríð um landaøki, ið hevur elvt til so mong mist lív.