Gazprom gevst við at senda gass gjøgnum rørleiðing í Póllandi

Eftir russisk tiltøk ímóti feløgum vestanfyri gevst Gazprom við at senda gass gjøgnum rørleiðing í Póllandi.

 

Russiska orkufelagið Gazprom steðgar nú á við at veita gass ígjøgnum týdningarmikla rørleiðing gjøgnum Pólland.

Tað upplýsir orkufelagið Gazprom í dag sambært tíðindastovuni AFP.

Orsøkin eru russisku tiltøkini ímóti feløgum vestanfyri.

– Eitt forboð ímóti flytingum og gjaldingum til feløg, sum eru rakt av tiltøkunum, er sett í verk, skrivar Gazprom í eini fráboðan og heldur fram:

– Fyri Gazprom merkir tað eitt bann ímóti at brúka rørleiðingina.

/ritzau/