Gentur 16: SÍ vann á TB

Flogbóltur: SÍ heldur fram at vinna FM-heitið til FM-kappingina fyri tey yngru

Tað stendur SÍ á øllum til FM fyri yngri í Flogbólti, sum er í Trongisvági um vikuskiftið. SÍ gentur 16 vunnu ein greiðan sigur á TB. Tað var bera í øðrum setti at spenningur var í. SÍ legði seg framum við 3 til 4 stigum frá byrjan, men TB helt fast við henda stigamun alt settið, men megnaði ongantíð at koma framum. 

FM yngri, Gentur 16:

SÍ – TB, 3-0 (25-15, 25-20 og 25-11) 

Bestu spælarar vóru:

Sofía Weihe Simonsen, SÍ

Stina Park, TB

 ##med2##

Mynd ovast: SÍ

Aftast frá vinstru: Tanja Falkvard, Bára Jansdóttir, Sofía Weihe Simonsen, Hans Simonsen, Rajko Petrovic.

Fremst frá vinstru: Tóta Búadóttir, Fríða Haraldsen, Laura Skov Weihe, Anja Sólja Niclasen, Rannveig Rós Joensen.