Framgongdin hjá føroysku feløgunum á altjóða leikvallum hevur verið støðug seinnu árini. Tíðin har skrædlini var gerandiskostur seinast í nítiárunum er burtur. Tað staðfesti NSÍ eina ferð enn í gjár, tá runavíkingar í regninum í Gundadali vann á georisku meitarunum Dinamo Tbilisi. Sigurin broytti lítið í samalaða úrslitnum, har gestirnir vunnu seg víðari við trimum málum móti einum.
Løgdu væl út
Vónirnar fyri víðari luttøku vóru ongar hjá runavíkingum undan dystinum. Dinamo Tbilisi vann sannførandi á heimavøllinum. Tá klokkan nærkaðist átta í gjárskvøldi vóru teir fáu hundrað áskoðararnir hinvegin bjartskygdir. Og tað var ikki løgið.
Føroyingarnir vóru nærlagdir og ágangandi í fyrra hálvleiki. Fleiri ferðir eydnaðist at spæla seg til vandamiklar støður móti stinnu georgisku verjuni. Øssur Dalbúð og Hjalgrím Elttør stóðu seg væl úti í hvør sínum borði, meðan vongverjin í vinstru, Einar Hansen, ikki smæddist við at taka lut í framrættaða spælinum.
Eftir áhaldandi trýst, uttan málmøguleikar, eydnaðist NSÍ at leggja seg á odda. Károly Potemkin vann aftur ein av sínum fleiri nærdystum, áðrenn Øssur Dalbúð fór til stroks í høgru. Hann legði bóltin fyri føturnar á Hjalgrími Elttør, sum uttan trupulleikar sendi framvið málverjanum.
Møguleikarnir vóru eisini at økja um leiðsluna. Øssur Dalbúð var ótrýstur, tá hann ikki fekk skot á innleggið frá Boga Løkin, meðan heimaliðið ongantíð gjørdist veruliga vandamikið eftir deyðbóltsstøðurnar.
Gestirnir ressast við
Tað bleiv tó ongantíð so spennandi, sum vónað og væntað var. Rainer Zobel, venjari, hevur helst givið leikarunum nøkur borgarlig orð í hálvleikinum. Tað var í øllum førum eitt mest sum hamskift lið, sum trein á vøllin til seinna umfar. Leikliga vóru gestirnir omaná, meðan framvegis var trupult at spæla seg ígjøgnum verjuna hjá runavíkingum. Vandamestu royndina átti Levan Khmaladze eftir lítlari løtu, tá Jens Martin Knudsen – uttan topphúgvu - bjargaði á tvørtræið.
NSÍ hevði ikki neyðugu orkuna at søkja at eftir hvíldina, og so smátt mistu leikarar og áskoðarar trúnna á, at tað ómøguliga var gjørligt.
NSÍ vann við einum máli móti ongum, sum geva Føroyum kærkomin stig í altjóða høpi. Altjóða uppgávan hjá føroyameistarunum er av á hesum sinni, og nú skulu runavíkingar savna tankarnar um landskappingina.
-------
FAKTA:
NSÍ – Dinamo Tbilisi 1-0 (1-0)
Dinamo Tbilsi vann samanlagt 3-1.
Seinni dystur í fyrsta innleiðlandi umfari av Champions League.
Týsdagin 22. juli klokkan 19.00 á ovara vølli í Gundadali í Tórshavn
Dómarakvartett úr Finnlandi: Tero Nieminen,Miikka Poikselka, Jan-Peter Aravirta og Heikki Pajunen.
UEFA eygleiðari úr Onglandi: Adrian Titcombe
UEFA dómara eygleiðari úr Litava: Jonas Braga
1-0: Hjalgrím Elttør, 16.
NSÍ: 1. Jens Martin Knudsen – 2. Aco Pandurovic, 8. Johan Troest Davidsen, 3. Óli Hansen, 12. Einar Hansen – 14. Bogi Løkin, 6. Milan Petric (18. Sjúrður Jacobsen, 75.), 7. Nenad Stankovic – 16. Øssur Dalbúð (13. Klæmint Olsen, 83.), 9. Károly Potemkin (15. Filip Jacobsen, 83.), 10. Hjalgrím Elttør
Gult kort: Eingin
Venjari: Johan Nielsen
Dinamo Tbilisi: 12. Didier Janvier Ovono Ebang – 22. Shota Kashia, 7. Guram Kashia, 4. Aleksandr Intskirveli, 20. Giorgi Nergadze – 49. David Odikadze, 8. Levan Khmaladze, 18. David Digmelashvili, 21. Oleg Gvelesiani (5. Jishkariani, 90.) – 23. Nikoloz Pirtskhalava (16. Milos Krshko, 46.) – 11. Mate Vatsadze (14. Kantaria, 80.)
Gult kort: Vatsadze 35., Nikoloz Pirtskhalava 43.
Venjari: Rainer Zobel