Ger ikki tveir líka kjólar

Meðan føroyskir sniðgevar ofta leita sær út um landoddarnar fyri at royna seg sum sniðgevar, so er danska Helene Sandholm komin til Føroyar at royna seg sum sniðgeva. Í næstum verða sniðini hjá Helene víst fram á framsýning á Hotel Føroyum.


Helene Stjernholm er 24 ára gomul og flutti úr Danmark fyri trimum mánaðum síðani. Hon hevur eitt lítið verkstað í Tórshavn har hon seymar og selur klæði.
Danski sniðgevin fer at hava eina mótasýning við veitslukjólum og brúðarkjólum á Hotel Føroyum 15. september.
- Eg seymi altíð ein kjóla uppá eina ávísa kvinnu tí kjólin skal passa henni. Serliga yvirdeilurin skal sita heilt tætt, og tað er týdningarmikið, at hann passar perfekt.
Tí eru kjólarnir ið skulu vera við á mótasýningini, seymaðir til ta modellina, sum skal sýna hann fram.
Tá kjólin er seymaður uppá eina ávísa gentu, kann eg hava ringt við at sleppa av við hann aftaná mótasýningina, men eg haldi, at tað er týdningarmikið at vísa, at eg dugi at seyma til allar kvinnur, og at eg seymi til allar støddir.
- Eg kom til Føroya, tí pápi mín er ortopædiskur skómakari. Hann plagdi at búgva á hotel tá hann var her, men vildi heldur hava eitt stað at búgva. At byrja við ætlaði eg bara at hava eini tveir kjólar í vindeyganum hjá honum, men tað gekk upp fyri mær, at um eg ikki var her, so fekk eg ikki seymað nakað.
Helene Stjernholm seymar veitslukjólar og brúðarkjólar, tí hon heldur tað vera nógv meir spennandi at seyma klæði til konufólk enn til mannfólk.
 
Skal vera unikt
Tá Helene gekk á sniðgevaraskúlanum fekk hon at vita, at hon skuldi gera eina mappu við sínum hugskotum, royndum av klæði og tekningum. Men tað hevur hon ikki í dag.
- Um eg gjørdi tað, hyggja kundarnir bara í mappuna og vilja hava tað tey síggja har. So er vandi fyri, at fleiri kjólar vera eins, og tað dámar mær ikki. Tá ein kundi rindar fyri ein unikkan kjóla, er tað øðiliga keðiligt, um hon kemur í eitt brúdleyp, og onkur annar hevur ein kjóla, sum er akkurát líka.
- Eg havi heldur ikki rullur av klæði liggjandi, tí tá hvørvur hugsanin við, at tað skal vera unikt. Eg geri ikki tveir kjólar sum eru eins, tí eg eri sjálv troytt av at síggja tey somu klæðini aftur og aftur. Mær dámar, at tað sum eg geri, er serstakt, og mær dámar eisini væl, at kundin verður glaður fyri tað, sum eg geri.
Íblásturin fær Helene úr gerandisdegnum, hon fær hugskot, tá hon gongur ein túr ella lurtar eftir tónleiki. Síðan roynir hon hugskotini og avger endaliga sniðið saman við kundanum.
 
Vil liva av sniðgeving
Helene Stjernholm selur í løtuni bert síni klæði í Føroyum, og hennara ambitión er at kunna liva av at seyma klæði. Men hon hevur ikki sett vónirnar upp.
- Eg havi ikki sagt við meg sjálva, at um trý ár skal eg vera komin so og so langt, tað haldi eg ikki vera realistiskt. Eg vóni bara, at eg fái okkurt at gera, og at tað skal kunna mala runt. Vónandi fái eg eitt sindur meir at gera aftaná mótasýningina.
Umframt at selja klæði í Føroyum kundi Helene Stjernholm hugsað sær, at selt nakrar kjólar til ein handil í Keypmannahavn, sum selur brúkslist, men enn er avtalan við handilin ikki komin uppá pláss.
Stílurin á klæðunum hjá Helene er romantiskur. Hon brúkar nógvar perlur og blondur og dámar væl, at kjólarnir eru prinsessuligir.
Um tveir av kjólunum hjá henni vera samanbornir, er tað ikki týðiligt, at sami persónur hevur gjørt báðar.
- Mær dámar teir allar, og eg geri teir soleiðis, sum kundin vil hava teir. Mítt mál er at gera klæði til øll.