Nú fær tiltikni svenski sangskrivarin, Bjørn Afzelius, eina heila fløguútgávu víð sínum sangum á føroyskum. Fløgan, har ymiskir føroyskir tónleikarar og sangarar fara at luttaka á, kemur út í heyst.
Tað er Studio Pegasus í Klaksvík, sum hevur tikið stig til fløguna, og fyrstu upptøkurnar eru longu gjørdar.
- Bjørn Afzelius hevur verið væl dámdur í Føroyum, og hann hevur eisini inspirerað fleiri føroyskarar sangskrivarar. Tí er tað rættiliga upplagt at gera eina fløgu við týðingum av nøkrum av hansara sangum, sigur Steintór Rasmussen, sum rekur Studio Pegasus, og sum samskipar arbeiðið at gera Afzelius-fløguna.
Hann hevur saman við Jóannesi Jakobsen og Poul Jacob Vitalis gjørt týðingarnar av sangunum hjá Afzelius, sum verða við á fløguni.
Ikki bara kærleiki
Í løtuni verður arbeitt við 9 sangum til fløguna. Tveir av teimum verða av útgávunum hjá Jóannesi Jakobsen, sum hevur týtt fleiri Afzelius-sangir til sínar tríggjar útgávur, meðan allir hinir verða innspældir av nýggjum.
Millum sangirnar eru teir kendu Ikaros, Juanita og Isabelle, men ætlanin er ikki bara at taka tær vøkru kærleikssangirnar, sum Afselius dugdi so væl at gera.
- Vit kundu ivaleyst gjørt eina sera vakra og fitta fløgu bara við kærleikssangum hjá Afzelius, men tað gera vit ikki. Vit brúka sangir frá ymiskum tíðarskeiðum hjá honum, og vit taka eisini onkrar av teimum meira ágangandi, politisku sangunum hjá honum við á fløguna, sigur Steintór Rasmussen.
- Bjørn Afzelius hevur skrivað rættiliga nógvar sangir, og tað er langt frá alt, sum er líka gott. Men hann hevur sanniliga gjørt nakrar frálíkar sangir, sum veruliga standa eftir, og tað verða millum annað onkrir av hesum sangunum, sum verða á fløguni.
Kendasta føroyska týðingin av einum Afzelius-sangi er helst Sangur til frælsi, sum kom út á fyrstu plátuni hjá Frændum í 1984. Hesin sangurin verður endurinnspældur til nýggju fløguna.
Hava nakað at samalíkna við
Allar upptøkurnar verða gjørdar í Studio Pegasus í Klaksvík, og tað er Erik Biskopstø, sum leggur tónleikaliga partin til rættis.
Ymiskir føroyskir tónleikarar koma at spæla á útgávuni, og Eyðun Nolsøe hevur longu gjørt onkrar upptøkur. Afturat honum verða eisini tónleikarar sum Jógvan Olsen, Herluf Lútzen og Ronnie Nielsen.
Enn er ikki rættiliga greitt, hvør skal syngja sangirnar, men tað verða ymiskir sangarar til sangirnar. Eyðun Nolsøe skal syngja onkran sang, og so er eisini upp á tal, at Eivør Pálsdóttir og Hanus G. Johansen verða við. Í hvussu so er verður tað ein blanding av kendum føroyskum sangarum, sum luttaka á fløguni.
- Fløgan verður trúgv ímóti yrkingunum og tónleikinum hjá Afzelius, og vit fara at gera okkum stóran ómak við upptøkunum, tí fólk hava jú nakað at samanlíkna føroysku útgávurnar við, sigur Steintór Rasmussen.
- Tí er tað kanska eitt sindur djarvt, at fara í holt við eina slíka útgávu, men um vit gera eina góða fløgu, so rokni eg eisini við, at fólk fara at taka væl ímóti henni.
Ætlanin er at gera eitt sindur burtur úr, tá fløgan kemur út eina ferð í heyst, og um onkur er, sum heldur seg liggja inn við onkrari góðari Afzelius-yrking, so er tað ikki óhugsandi, at hon kann koma við á fløguna, um viðkomandi setir seg í sambad við Studio Pegasus.