Gera klárt til Regatta í Hósvík

(Ljóðsending frá Rás2) Hoyr sendingina um Regatta 2016, sum var send á Rás2 í dag

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr sendingina um Regatta 2016, sum var á Rás2 seinnapartin.

 

Sasho Bjartsson og Eyðfinn Drewsen vóru vertir, og teir prátaðu við Marna E. Joensen, formann í Hósvíkar Róðrarfelag, og teir prátaðu eisini við Maiken Hammer, næstforkvinnu í Hósvíkar Róðrarfelag.

 

Tað byrjar at merkjast í Hósvík, at Regatta 2016 er í hondum, og síðstu tilmeldingarnar fara fram í kvøld. Marni E. Joensen og Maiken Hammer vóna, at Regatta 2016 fer at fáa eins góða undirtøku, sum Regatta hevur fingið tey undanfarnu árini.

 

Rás2 sendir "Bátaradio" í samband við Regatta 2016. Vilmund Jacobsen verður reportari. Sent verður fyrst frá klokkan 16.30 til klokkan 18.25, og verður komið inn aftur seinni um kvøldið við prátum og stemningi úr Hósvík.