Gera klárt at fara undir nýggja útbúgving í Vestmanna

Útbúgvingin tekur fýra ár

 Nú verður gjørt klárt at fara undir eina nýggja útbúgving á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna. Tað er ein útbúgving í aling, sum byrjar nú í summar. Talan er um eina útbúgving, sum tekur fýra ár og har næmingarnir bæði ganga í skúla, og eru á alibrúkum í starvsvenjing. Næmingar eru tiknir inn og nú verður so síðsta hond løgd á eina kunngerð um útbúgvingina og hon verður sett í gildið heilt skjótt.

 

Endamálið við útbúgvingini er at læra at arbeiða við aling á sjógvi og landi bæði á alibrúkum á sjónum, umframt á alistøðum og smoltstøðum á landi og útbúgvingin endar so við eini sveinaroynd.