Gera klárt til aliring á Hvalbiarfirði

Hvalbingar eru spentir og positivir, nú Faroe Farming fer at leggja ein aliring út á fjørðin.

Tey fyrstu akkerini eru nú løgd út uttan fyri Boðan, har royndaraliringurin kemur at liggja.

Í síðstu viku byrjaðu menn hjá alifelagnum Faroe Farming at leggja akker út á Hvalbiarfjørð, har ein aliringur skal leggjast út fyri at vita, um til ber at ala á fjørðinum.

Fleiri akker skulu leggjast út uttan fyri Boðan, tey rópa, og tað er Landsverk, sum hevur givið loyvi til, at ein tómur aliringur verður lagdur út á fjørðin.

Í bygdaráðnum í Hvalbiar kommunu hava tey verið eitt sindur ótolin, tí tað hevur drigið út við at fáa neyðugu loyvini til aling á Hvalbiarfirði upp á pláss.

- Men, nú royndir fara at verða gjørdar úti á fjørðinum, verður spennandi at fylgja við, hvussu hetta fer at taka seg út, og vit hava góðar vónir, sigur borgarstjórin.

Trúgvi Gudmundarson sigur seg onga løtu ivast í, at fjørðurin er væl egnaður til aling, tí teimum kunnugt hava úrslitini frá aldumátingunum verið positivar.

Borgarstjórin sigur seg eisini hava skilt, at fjørðurin hevur góða útskifting av sjógvi, har nýggjur sjógvur kemur inn við norðara landinum og fer út við aftur við syðra landinum.

- Soleiðis verður mett, at fjørðurin í stóran mun reinsar seg sjálvan, leggur Trúgvi Gudmundarson aftrat.