- Mánadagin fór Skopunar kommuna undir at týna skøru úti í Skarð, tey rópa. Tíverri sæst týðiliga, hvussu skjótt skøran breiðir seg.
Soleiðis siga tey í Skopunar kommunu i dag.
- Fleiri í bygdini hava gjørt vart við, at tey hava sæð skøru inni í bygdini eisini.
Lagt verður aftrat, at tað hevði verið til stórt gagn, um skøran bleiv beind burtur so skjótt, sum komið verður fram á hana.
- So, lat okkum standa saman og fáa bast hesum skaðavøkstri, áðrenn hann fær fastatøkur í bygdini.
Um heimasíðuna hjá Skopunar kommunu - www.skopun.fo - sæst vegleiðing um, hvussu skøran kann beinast burtur.











