Gerðisvegur verður asfalteraður

Samstundis, sum vegurin verður asfalteraður, verður ein gongubreyt gjørd fram við vegnum

 

- Ein partur av Gerðisvegi verður asfalteraður í dag, og hetta fer at ávirka gjøgnumkoyrandi ferðslu.  

 

Tað siga tey í Vestmanna kommunu í dag. Lagt verður aftrat, at talan er um økið, har vegurin nýliga er breiðkaður.

 

- Meðan arbeiðið er í gongd, verður heitt á bilførarar um at koyra gjøgnum kirkjugarðin, siga tey í kommununi.

 

Sagt verður, at samstundis, sum vegurin verður asfalteraður, verður ein gongubreyt gjørd fram við vegnum.

 

- Ætlanin er, at arbeiða víðari við gongubreytini móti Deild í næsta ár, siga tey í Vestmanna kommunu.