Gestirnir fingu einasta málið

KÍ-Sumba 0-1 (0-0):

Bæði liðini høvdu møguleikar at gera mál, so kom bert eitt mál í dystinum. Hetta málið fekk Sumba, hóast KÍ hevði yvirvág í spæli í seinna hálvleiki

 

2. deild


Sumba og KÍ spældu ein tættan dyst í Klaksvík leygardagin, og hóast møguleikar vóru til fleiri mál, so fór bólturin bara einaferð um málinjuna.

Tað var tá slakir 15 minuttir vóru eftir at spæla. Jan Poulsen snýtti ein verjumann í vinstru og legði ein høgan bólt inn í brotsteigin. Við aftaru stong trokaði René Thomsen seg fram at, og hann setti fótin undir bóltin fyrstu ferð. Bólturin endaði í málinum, og so var stór frøi á sumbingum.

KÍ noyddist at vinna dystin, skuldi liðið sleppa undan at spæla niðurflytigardyst, og hóast klaksvíkingar vóru ídnir meginpartin av tíðini, so var hepnið ikki við teimum.

Fyrri hálvleikur var javnur. Sumbingar høvdu yvirvág í løtum, men heimaliðið var allatíðina væl við og spældi seg til kjansir.

Fleiri royndir mans vóru á KÍ-liðnum, og umframt John Ryan, Olgar Danielsen, John William Joensen og Eyðun Klakstein var veteranurin Beinur Poulsen eisini á liðnum. Hann spældi í 70 minuttir á miðvøllinum og stóð seg væl.

Hjá Sumba vóru tað serliga Jan Poulsen og Sasa Tomajek, sum gjørdu um seg. Teir spældu á sentrala miðvøllinum, og alt spælið hjá sumbingum koyrdi ígjøgnum teir. Evnaríki Mortan í Hørg hevði ikki ein av sínum góðum døgum hesaferð.


KÍ trýsti

Í fyrra hálvleiki høvdu bæði liðini møguleikar. Hjá KÍ royndu John Ryan og Eyðun Klakstein seg úr góðum støðu, men báðu ferð bjargaði málverjin. Sama var skilið í hinum endanum, har John William Joensen spældi væl.

Í seinna hálvleiki setti KÍ seg alt meira á dystin, og í løtum var talan um gott og flótandi spæl út í síðirnar og fram eftir vøllinum. Tað lá í luftini, at heimaliðið fór at skora, og royndirnar vóru naskar.

Sum dysturin leið linkaði trýstið á Sumba-málið nakað, og mitt í øllum vóru tað gestirnir, sum fingu mál burtur úr so at siga ongum. Eftir málið setti Sumba seg á dystin, og tað tóktist, sum heimaliðið fall í fátt. John William Joensen noyddist seinastu løtuna at bjarga royndum frá Mortan í Hørg og Sasa Tomajek.

Ikki fyrr enn seinastu minuttirnar kom nakað av lív aftur í heimaliðið, og nøkur hornaspørk upp í slag skaptu trupulleikar í Sumba-brotsteiginum. KÍ fekk stóran kjans at javna, men Poul Juul Wilhelmsen rakti ikki bóltin, sum helst skrúvaði og sprakk skeivt, tá hann kom at standa væl fyri.

Endin var, at Sumba vann dystin, og harvið noyðist KÍ at spæla um plássið í 2. deild. Og tað skulu teir eftir øllum at døma gera í tveimum dystum ímóti Royn.


KÍ-Sumba 0-1 (0-0)

0-1: Rene Thomsen