Gift teg á Velbastað

Næstan fimti ár eru liðin síðani sjónleikur seinast varð spældur á Velbastað. Men nú eru eru ungmannafelagið Sólarmagn á Velbastað og í Kirkjubø farið at venja skemtileikin, Gift teg, eftir norðmannin, Torvald Tu.

John Johannessen


Næstan fimti ár eru liðin síðani sjónleikur seinast varð spældur á Velbastað. Men nú eru eru ungmannafelagið Sólarmagn á Velbastað og í Kirkjubø farið at venja skemtileikin, Gift teg, eftir norðmannin, Torvald Tu.

Hesin leikurin er júst tann sami, sum varð leiktur í bygdini fyri um fimti árum síðani. Um ta tíðina vórðu tveir leikir leiktir í bygdini, og vóru teir Magnus hjá Dalabóndum og Gift teg.

Sjey leikarar eru við í venjingunum. Tey eru ungfólk av Velbastað, úr Havn úr Nólsoy. Hesi hava øll royndir innan sjónleikaheimin, men kortini hevur eingin teirra áður roynt seg sum sjónleikara á Velbastað.

Tað vóru Eva Brekkstein og Amalia Danielsen, ið tóku stig til at fara undir at venja sónleik í vetur. Hetta gjørdu tær fyrst og fremst tí, at tær hava ógvuliga stóran áhuga fyri sjónleiki, men eisini fyri at fáa lív í aftur virksemið í ungmannafelagnum.

Gift teg verður frumframførdur í Sólarmagn á Velbastað annan páskadag klokkan 16.

Leikurin snýr seg um fólk, sum skulu giftast. Summi tí tey eru góð við hvørt annað, onnur tí tey hugsa bert um pengar. Persónarnir eru millum annað ein pengargrísk bóndakona, ein forelskaður bóndasonur, ein gamal ríkmaður, sum øll ynskja at arva umframt onnur.