Giftist við næmingi sínum úr Japan

Síðst í august í fjør komu Elsa Martina Huusgaard (31ár) og Yuichi Sakaguchi (26 ár) úr Japan til Føroya at búgva eina tíð. Tey giftust í Filadelfia í Gøtu 22. oktober 2005, og eftir summarfrítíðina gongur leiðin til Danmarkar.

Elsa er fødd og uppvaksin í Syðrugøtu, dóttir Selmu Petersen og Anfinn
Huusgaard úr Syðrugøtu.
 
Sum 16 ára gomul fór Elsa til Japan sum AFS-skiftisnæmingur. Hon kom at
búgva hjá eini japanskari familju nakað norðanfyri Tokyo, í býnum Joetsu,
har 190.000 fólk búgva. Har búði hon í eitt ár frá 1992-1993, har hon gekk í
studentaskúla og fyri tað mesta hevði privattímar í japonskum og enskt og
kreativar tímar.
 
Tað sum vakti mín serliga áhuga fyri Japan, var tá eg legði til merkis, at
fólkið lítið og einki kendi til kristindómin. Tey vistu, at kristindómurin
var eitt slag av mentan í vesturheiminum, men vistu als einki um sjálva
kjarnuna í kristindóminum - evangeliið um Jesus. Tað var meðan eg búði har,
at áhugin vaknaði fyri at fara til Japan at undirvísa í enskum og á tann
hátt at virka sum trúboði har, sigur Elsa.
 
Elsa sigur, at enskt hevur als ikki verið undirvísingarevni í japansku
barnaskúlunum inntil fyri fáum árum síðan. Hesi seinastu árini er áhugin
fyri enska málinum vaksin munandi ímillum Japanska fólkið, og í dag byrja
børnini at læra enskt longu í fjórða flokki og flestu skúlar fáa vitjan av
enskt-talandi útlendingum, sum undirvísa børnunum í nakrar tímar um mánaðin.
 
Í 1993 kom Elsa heim aftur og fór at ganga í studentaskúla við Gøtugjógv og
á Kambsdali. Liðug við skúlan fór hon í 1995 til Motherwell í Skotlandi á
bíbliuskúla hjá GLO og var liðug har í juni í 1996. Tá fór hon til Danmarkar
at lesa japanskt á universitetinum í Aarhus. Í universitetshøpi kallast
hesin lesturin japanologi. Elsa hevur lisið japanskt í fýra ár.
 
Elsa hevur eisini lisið eitt ár á einum universiteti í Kanagawa statinum,
nær við Tokyo, og á venjingarskúlanum hjá Youth With a Mission (YWAM) í
Tokyo.
 
Í september 2002 fór hon aftur til Japan og búsettist í býnum Osaka, sum
liggur einar 600 km frá Tokyo, við suðurstrondina av Honshu-oynni, sum er
høvuðsoyggin í Japan.
 
Í Osaka, sum er næst størsti býur í Japan, búgva 2,6 milliónir fólk í
miðbýarøkinum, og annars yvir 8 milliónir í Osaka-økinum. Býurin er týdningarmesti havnabýur í Japan við nógvum ídnaði. Umframt nógv bankavirksemi er Osaka eisini universitetsbýur. Í býnum eru eisini mong buddistik tempul. Religiónirnar shintuisman og buddhisman, hava stóran týdning í lívinum hjá japanarum. Hetta sæst m.a. aftur í teimum mongu heimatemplunum, sum flestu buddhistisk heim hava. Um ein í familjuni gerst
kristin, hendir tað ikki so sjáldan, at viðkomandi verður stoyttur úr
familjuni og verður ikki longur roknaður sum ein teirra.
 
Í Osaka arbeiddi Elsa í eini evangeliskari samkomu, sum kallast Takaishi
Bible Church. Samkoman undirvísir japanarum í enskum og hesum arbeiði
gjørdist Elsa ein partur av sum lærari. Arbeiðið er skipað sum ein
verkætlanin, ið kallast Logos English Teaching Program. Høvuðsendamálið við
hesi verkætlan er at náa lokalfólkið við evangeliinum, samstundis sum tey
verða undirvíst í enskum.
 
Elsa sigur, at hon er ómetaliga glað fyri, at Gud uppfylti hennara
trúboðaradreym við at gera seg til ein part av hesi spennandi verkætlan í
Japan. Ein av næmingunum hjá Elsu var Yuichi Sakaguchi, sum hon í dag er
gift við. Meðan tey hava búð í Føroyum, hevur Yuichi gingið á kvøldskúla og lært seg
føroyskt, sum hann nú er rættuliga stinnur í.
 
Eftir summarfrítíðina fara Elsa og Yuichi Sakaguchi til Danmarkar at útbúgva
seg meira.