Gigni søkir vaskifólk

Vaskifólkið ger reint á skrivstovuni í Tórshavn.

 

Arbeiðstíðin er 6 tímar um vikuna.

 

 

 

Starvið verður sett frá 1. september 2022, ella skjótast gjørligt.

 

 

 

Lønar- og setanartreytir:

 

Løn sambært sáttmála millum Havnar Arbeiðskvinnufelag og Fíggjarmálaráðið.

 

 

 

Umsókn og avrit av viðkomandi skjølum skulu sendast til heilsutrygd(at)heilsutrygd.fo ella til Heilsutrygd, Postsmoga 52, Klaksvíksvegur 7, FO-700 Klaksvík.

 

Umsóknir skulu verða Heilsutrygd í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 19. august 2022, kl. 12.00.

 

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Lillian Poulsen, varaleiðara, lillianp(at)gigni.fo, tlf. 562332 ella Paulu Mohr, leiðsluskrivara í Gigni, paulam(at)gigni.fo, 614012  

 

 

 

Um Gigni

 

Gigni virkar sambært løgtingslóg um “Fyribyrgjandi heilsuskipanir fyri børn og ung”, og umsitur heilsufrøðiliga tænastu til m.a. barnafamiljur, skúlabørn, skúlar, barnaverndartænastur og stovnar fyri børn og ung.