Gilli er millum teir bestu

Føroyski landsliðsspælarin er væl við í kappingini um pláss millum teir fyrstu ellivu á AaB liðnum

Um níggju dagar verður sjøtul settur á nýtt kappingarár í donsku superliguni. Tveir føroyskir spælarar eru í feløgum, sum eru umboðað í bestu donsku deildini. Annar er Hallur Hansson, sum í dag hevur 24 ára føðingardag og spælir í AC Horsens, og hin er Gilli Rólantsson, sum er í AaB.

 

Í dag spældi AaB síðsta venjingardystin, áðrenn tað annan sunnudag verður fyrsta umfar í superliguni. Tá fáa AaB og Gilli Rólantsson vitjan av AC Horsens og Halli Hansson.

 

Í undanfarnu venjingardystum hevur Gilli Rólantsson verið millum teir fyrstu ellivu hjá AaB, og tað var hann eisini ídag. Gilli var vongverji í vinstru. Tað bendir á, at hann er við í kappingini um pláss millum teir fyrstu ellivu á liðnum, tá ið tað verður farið undir landskappingina.

Venjingardysturin í dag var á AaB heimavøllinum Nordjyske Arena ímóti uppflytarunum í Silkeborg IF, og úrslitið var 2-2. AaB leyp á, og Silkeborg legði dent á at verja og dúva upp á skjót mótálop. Fyrstu vandamiklu royndina hjá AaB hevði Gilli Rólantsson í níggjunda minutti, men Silkeborg málverjin bjargaði.

Gilli var á vøllinum, inntil miðskeiðis í seinna hálvleiki, tá ið hann saman við fleiri øðrum varð skiftur út.

 

Sambært nordjyske.dk var talan ikki um serliga sannførandi avrik hjá heimaliðnum, sum gjørdi mistøk í uppspælinum, sum vórðu sektað. Ofta plagar at verða tikið til, at tað gongur væl í fyrstu sýningini, um aðalroyndin er minni góð. Nú fæst at síggja, hvussu tað verður, tá ið AC Horsens, sum flutti upp saman við Silkeborg IF, um níggju dagar fer at vitja í Aalborg, har møguleiki verður fyri, at Gilli Rólantsson og Hallur Hansson kunnu hittast í landskappingardysti í bestu donsku deildini.