Gilli er tann 21. í røðini

Tvøramaðurin í norskum fótbólti verður í kvøld á landsliðnum fyri 50. ferð

Fleiri hava verið drúgvir á vongverjanum í høgru á landsliðnum, sum í kvøld ímóti Skotlandi fer í eldin fyri 216. ferð, síðani fyrsta altjóða skrásetta landsdystin, sum var 24. august í 1988 í Akranesi í Íslandi.

 

Inntil fyri trimum árum síðani var Jónas þór Næs leingi fastur maður í høgra borði í verjuni. Hann rakk 56 landsdystum. Síðani hann gavst, hevur Gilli Rólantsson Sørensen verið tann drúgvasti á vongverjanum, og tað verður hann ivaleyst eisini í kvøld.

 

Um hann kemur á vøllin í kvøld, so verður tað 50. ferðin, at tvøramaðurin, sum seinastu árini hevur verið í norskum fótbólti, fer at umboða føðilandið. Hann hevur røkt fleiri pláss – bæði meiri framrættað og verjukend – og nú er hann vongverji í høgru.

 

Gilli er 21. spælarin, sum røkkur 50 landsdystum, og tann næsti er ikki langt burtur, tí í kvøld verður Brandur Hendriksson Olsen fyri 49. ferð á landsliðnum.

 

29 ára gamli Gilli var fyrstu ferð á landsliðnum fyrsta mars í 2014, tá ið Føroyar í vinardysti á útivølli ímóti Gibraltar vunnu 4-1. Á Victoria stadion skoraðu Jóan Símun Edmundsson, Hallur Hansson og Christian Lamhauge Holst (2) føroysku málini.

 

Nú spælir Gilli við Odd BK í bestu deildini í Noregi.