Gilli givið avboð til landsliðið

- Eg eri ótrúliga vónbrotin, men læknarnir siga nei

Gilli Rólantsson Sørensen verður ikki við føroyska landsliðshópinum, sum 6. september skal spæla móti Ungarn í HM 2018 undankappingini.

 

Tvøramaðurin fekk ein heilasjálvta í fyrsta dystinum fyri Brann, sum var móti Rosenborg. Læknarnir eru nú samdir um, at hann ikki skal spæla komandi vikurnar.

 

- Venjarin og læknin eru samdir um, at eg skuldi vera her, og so verða 100 prostent til týdningarmikla dystin, sum vit hava um tvær vikur. Tað er sjalvandi stuttligt, at teir siga soleidis, hetta er hart. Soleiðis er tað nú eina ferð við fótbólti, sigur Gilli R. Sørensen úr Bergen.

 

Helst verður ein spælari úttikin fyri hann.