Gilli gongur aftur á odda

U21 landsliðið er sett til dystin í  kvøld móti Írlandi. Tað verður aftur Gilli Sørensen, sum skal ganga á odda sum liðskipari. Liðið er óbroytt frá dystinum móti Rumenia fyrr í ár, tá føroyska landsliðið spældi javnleik 2-2.

 

Føroyar U21: (4-2-3-1)

Kristian Joensen – Bárður Hansen, Hørður Askham, Sonni Ragnar Nattestad, René Shaki Joensen – Rógvi Joensen, Bogi Reinert Petersen – Árni Frederiksberg, Ari Ó. Ellingsgaard, Gilli Sørensen – Gunnar Zachariasen

 

Hinir í hópinum eru Hallgrím Gregersen, Andras Brixen Vágsheyg, Pál Mohr Joensen, Beinir Ellefsen, Eli F. Nielsen, Ivan Joensen og Poul Ingason.

 

Dysturin móti Írlandi byrjar klokkan 18.30 á Svangaskarði. Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum. Byrjað verður at senda aftaná tíðindini klokkan 17.