AaB spældi í kvøld ársins fyrsta superligudyst, tá ið teir úr Aalborg vóru á vitjan í Herning hjá FC Midtjylland. Gilli Rólantsson byrjaði á beinkinum, men slapp inn í seinna hálvleiki.
Heimaliðið legði seg á odda 1-0 fáar minuttir fyri hálvleikssteðgin við brotssparki, sum Jakob Poulsen umsetti til mál. Á endurtøkuni sást greidliga, at maðurin, ið varð feldur, var væl uttanfyri brotsteigarmarkið.
AaB-miðverjuleikarin, Kenneth Emil Petersen, fekk gula kortið, og hann kom ikki á vøllin aftur í seinna hálvleiki. Orsøkin var tann, at venjarin hevði sett Gilla Rólantsson á vøllin í staðin.
Seinni hálvleikur var bara smáar tíggju minuttir gamal, tá ið Lukas Spalvis javnaði til 1-1 fyri AaB. Hetta gjørdist eisini endaliga úrslitið.
Eina stigið var umráðandi hjá AaB, sum varðveitir 2. plássið í Superliguni og eisini varðveitir fjarstøðuna til FC Midtjylland á triðja plássi. Trý stig skilir liðini.
Oddalið er framvegis FCK, sum er trý stig frammanfyri AaB. FCK og FC Midtjylland hava tó spælt ein dyst færri enn AaB.