AaB er í hesum døgum á venjingarlegu í Portugal. Í dag spældi danska felagið móti portugisiska risanum Benfica. Dysturin var eitt sindur sermerktur, tí talan var um dyst upp á 105 minuttir, har besta liðið hjá Benfica spældi fyrstu 45 minuttirnar, meðan eykaliðið spældi seinasta tíman.
Les eisini: Gilli tætt at besta liðnum
Gilli kom á vøllin longu aftaná 35 minuttir, og slapp sostatt at royna seg móti millum annað toppskjúttan í Benfica, Oscar Cardozo, og fyrrverandi Ajax spælaranum, Miralem Sulejmani. Gilli fekk ein gyltn møguleika at seta sín dám á dystin alt fyri eitt, sjálvt um talan var um eitt gott lið.
- Nokk eitt tað besta liðið eg havi spælt ímóti. Ein bleiv skaddur hjá okkum aftaná ein hálvan tíma og eg mátti inn. Eg fekk ikki hita upp ella nakað og áðrenn eg visti av, so kom ein perfektur rennibóltur inn til mín. Eg vann kapprenningina, men málverjin bjargaði. Ein kjansur eg helst skuldi havt skorað uppá, sigur Gilli Sørensen úr Portugal.
AaB hevur verið í Portugal í nakrar dagar, og talan er avgjørt ikki um nakra sólferiu.
- Vit hava vant sera hart, meðan vit hava verið í Portugal. Vit hava fingið nógva dystarvenjing og nógvar góðar venjingar eisini. Nú gleða vit okkum til komandi sunnudag, tá kappingin byrjar aftur, sigur Gilli Sørensen, sum saman við hinum liðfeløgunum skal spæla móti Brøndby í fyrsta dystinum.
Gilli Sørensen er úttikin til føroyska landsliðið, sum í næstum skal til Spania á venjingarlegu, men tað er óvist um AaB vil leysgeva Gilla.
- Nú eru tveir framherjar skaddir, so nú ivist eg í um eg sleppi við landsliðnum, sigur Gilli Sørensen at enda.