Leygardagin fer felagið hjá føroyska Gilla Sørensen at leggja seinastu hondina á fyrireikingarnar til seinna partin av hesum kappingarárinum í superliguni. Tá fær AaB á heimavøllinum í Aalborg vitjan av svenska stórliðnum IFK Göteborg. Leygardagin fæst at síggja, hvønn leiklut venjarin, Kent Nielsen, ætlar føroyska Gilla Sørensen í superliguni, sum tað eftir vetrarsteðg verður farið undir aftur annað vikuskifti.
Í dag spældi AaB venjingardyst í Portugal ímóti stórfelagnum Benfica. Talan var um næstbesta liðið hjá felagnum, men tað vóru kortini fleiri av kendastu spælarunum við ímóti AaB. Úrslitið var 1-1.
Frá føroyskum sjónarhorni er áhugavert at staðfesta, at Gilli Sørensen varð skiftur inn í álopið longu í 35. minutti, og at hann spældi restina av dystinum, sum var 105 minuttir.
Bæði málini vórðu skorað beinanvegin. Sambært heimasíðuni hjá AaB fekk Gilli Sørensen bara lítla løtu eftir, at hann varð komin á vøllin, góðan møguleika, tá ið hann rann frá verjuni. Hann sendi bóltin á málverjan. Heimasíðan heldur, at hann heldur kundi havt spælt liðfelaga, sum var í uppaftur betri støðu.
Gilli og liðfelagarnir koma heim úr Portugal og til Aalborg hósdagin. Eftir venjingardystin ímóti IFK Göteborg leygardagin verður fokus vent ímóti landskappingardystinum annan sunnudag í Brøndby.