Føroysku landsliðsleikararnir, Gilli Sørensen og Brandur H. Olsen, sum um eina góða viku skulu avstað við føroyska landsliðnum til Rumenia, spældu í dag ímóti hvørjum øðrum, tá eykaliðini hjá AaB og FCK møttust.
Dysturin endaði við einum 1-0 sigri til heimaliðið, AaB. Einsamalla málið í dystinum skeyt fyrrverandi Aston Villa leikarin, Nicklas Helenius.
Sum upptakt til landsdystin móti Rumenia, var gleðiligt at báðir føroysku landsliðsleikararnir spældu allar 90 minuttirnar. Gilli Sørensen spældi á høgra bakki hjá AaB, meðan Brandur H. Olsen spældi á sentrala miðvøllinum hjá FCK.
Fyrst í næstu viku samlast føroyska landsliðið, fyri at fyrireika seg til útidystin móti Rumenia tann 29 mars.