Gilli verður ikki við til seinasta dystin

Trongisvágsingurin hevur eftir 111 dystir spælt sín seinasta í Brann-troyggjuni

Gilli Rólantsson hevur alment boðað frá, at hann ikki heldur fram í Brann Bergen, har sáttmálin hjá honum gongur út nú. Brann spælir í kvøld seinasta dystin í hesum árinum, og heilir sjey spælarar takka fyri seg,

Ein av teimum verður ikki við í dag. Tað er Gilli Rólantsson, sum er farin heim til Føroya, so hann kann halda jól saman við familjuni.

28 ára gamli føroyingurin bleiv keyptur frá danska AaB, stutt undan at flytingarvindeygað lat aftur í 2016. Gilli hevur spælt á flestu plássum á vøllinum í síni yrkisleið í Brann. Tað bleiv til 111 dystir og níggju mál. Hann er tann einasti føroyingurin, sum hevur spælt við Brann, og tað eru bara tíggju útlendskir spælarar, sum hava spælt fleiri dystir fyri felagið enn hann. Gilli er farin heim undan ársins seinasta dysti, so hann fær hildið jól saman við familjuni, skrivar brann.fo.

Skjóti trongisvágsingurin ætlar sær ikki heim til Føroyar at spæla enn. Hann er í besta fótbóltsaldri, og hevur fleiri ferðir víst á, at hann ynskir at royna okkurt nýtt. Brann liggur undan dystinum í dag á 11. plássi.