Ginman/Eivør á Jam Days 2014

Blús-, fólka- og jassfestivalurin í Odense Jam Days kunnger í dag, at Ginman/Eivør After Dark er millum nøvnini á skránni í ár.

Blús-, fólka- og jassfestivalurin í Odense Jam Days kunnger í dag, at Ginman/Eivør After Dark er millum nøvnini á skránni í ár.

Útgávan hjá Ginman/Eivør After Dark er ávegis. Hon varð innspæld í Studio Bloch í fjør. At døma eftir frálíku konsertini Eivør & Ginman After Dark  í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, so verður her talan um eina sera spennandi útgávu, og ikki minst um eina sera spennandi framførslu á Jam Days.


Jam Days er ein rættiliga nýggjur festivalur í Odense, men hevur røtur í trimum eldri festivalum. Í 2012 fóru Odense Internationale Bluesdage, Odense Folk Festival og og Odense Sommer Jazz í eitt samstarva at savna hesar tríggjar tónleikagreinas undir somu viftu.

Festivalurin verður hildin í 7 dagar um mánaðarskiftið juni/juli. spælt verður innandurða á spælistøðum og uttandurða á pallum. Bæði donsk og útlendsk nøvn spæla. Ginman/Eivør spæla leygarkvøldið 28. juli á Amfiscenen.

Omanfyri er ein liveupptøka av konsertferðini hjá Ginman/Eivør After Dark í fjør, tey framføra dapra lagið Gloomy Sunday.