Glasið avger mongdina

Dámar tær væl at fara ein túr út í býin og smakka tær á, er tað eitt gott hugskot at fylgja við, hvussu glasið, sum bartendarin gevur tær, sær út. Ávís gløs kunnu nevnliga fáa fólk til ótilvitað at drekka skjótari og harvið eisini meira, vísir ein nýggj bretsk kanning. Hetta stendur at lesa í Science Now.

Bretskir ganskarar hava kannað, um ávís gløs kunnu snýta øl-fjepparar til at drekka skjótari og meira. Granskararnir nýttu 160 ung og frísk fólk í kanningini og deildu tey upp í átta bólkar. Hvør bólkur skuldi drekka antin umleið 177 millilitrar ella umleið 354 millilitrar av øl úr einum glasi, sum var heilt lodrætt og so úr einum øðrum glasi, sum var breiðari í erva. Ímeðan tey ungu drukku, skuldu tey hyggja eftir einum dokumentarfilmi, soleiðis at tey ikki bara skuldu sita og drekka og harvið møguliga keða seg.

Úrslitið var, at ein bólkur drakk meira enn hinir. Tað var tann bólkurin, sum drakk 354 millilitrar av øl í gløsum, sum vóru breið í erva og smalkastniðureftir.. Tað tók teimum í miðal minni enn átta minuttir at drekka gløsini við øl, meðan sami bólkur, sum brúkti vanlig lodrøtt gløs, var í miðal 13 minuttir um at drekka ølgløsini.

Sambært granskarunum er orsøkin til at fólk drekka skjótari, tá gløsini eru bogin, at tey ótilvitað pressa seg sjálvan at drekka helvtina av ølini. Men tá so helvtin av glasinum er drukkið, hevur man í veruleikanum drukkið væl meira enn helvtina.

Kanningin er almannakunngjørd í online tíðarritinum PLoS ONE