Glasstovan á Tvøroyri nýggjar eigarar

Í hesum sambandi bjóða nýggju eigararnir kaffi og køkur seinnapartin í morgin

Glasstovan á Tvøroyri hevur fingið nýggjar eigarar. Tað eru Hjørdis Bjørk Hjaltadóttir og Jákup Egil Joensen, sum hava keypt Glasstovuna frá Theresu Turiðardóttir Kreutzmann og Emil Lisberg Jacobsen.

 

– Tað hevur verið sera spennandi og læruríkt at fara undir slíkt virksemi, frá at hava hugskotið til at tað bleiv til veruleika. At velja stíl og matskrá, og at trúgva upp á, at tað kundi lata seg gera at hava kafé, eisini um veturin. Men við góðum starvsfólkum og viðskiftafólkum bar á mál. So kom korona, men eisini tað bar tíbetur á mál, skrivar Theresu Turiðardóttir Kreutzmann á Facebook, har hon ynskir nýggju eigarunum, Hjørdis Bjørk Hjaltadóttir og Jákup Egil bestu eydnu.

 

Og nýggju eigararnir skriva soleiðis:

 

Nú Glasstovan hevur fingið nýggjan eigarar vil eg bjóða tykkum inn til kaku og kaffimunn mánadagin 25. oktober frá klokkan 15-18.

 

Tað verður Hjørdis Bjørk Hjaltadóttir, sum fer at reka kaféina.