Felagshøli
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Tey eru í kanska størri dansihýri enn nakrantíð áður, teir 400 limirnir í dansifelagnum Dansifrøi í høvuðsstaðnum. Orsøkin er sjálvsøgd. Eftir at hava bíðað eftir einum grundøki at byggja felagshús á í mong ár er spakin nú loksins settur í í Gundadali, og gravkýr eru farnar undir arbeiðið at skapa dansiglaðum í høvuðsstaðnum eitt dansihøli, sum so stórur tørvur er á.
Tað var Jógvan Arge, varaborgarstjóri, sum tók hetta fyrsta og týðandi stigið fram móti einum nýggjum og spennandi dansihølum í Havn og setti spakan í. Erling Jørgensen, formaður í Dansifrøi hevur bíðað eftir hesi løtu í mong ár, og hann er ein glaður maður: -Tað hevur verið sera møtimikið hjá okkum at flyta frá einum dansihøli í eitt annað og ongantíð hava okkara egna. Nú skal hetta broytast. Hann hevur verið virkin í Dansifrøi í 14 ár, av teimum 9 ár sum formaður, og tí ein teirra, sum hevur havt til uppgáva at tryggja mongu dansiglaðu limunum høli at dansa í. Tey hava so serstakliga húsast í Studentaskúlanum í Hoydølum, men eftir eldibrandin har hava tey verið noydd at finna onnur høli, eitt nú Veitsluhøllina á Landssjúkrahúsinum og Kappróðrarneystið á Argjum.
Úr Hoydølum í Gundadal
-Vit eru takksom fyri at hava fingið innivist í Hoydølum og nú í Havn og á Argjum. Men tú fær ikki ment eitt felag og skapt ta røttu dansigleðina, um ikki limirnir kenna seg heima onkrastaðni, og tað fara vit nú um vónandi ikki so langa tíð sigur Erling Jørgensen, sum fegnast um, at tað loksins eydnaðist at fáa kommuna at peika á eitt grundøki.
-Tá vit so frættu, at vit kundu gerast grannar til alt ítróttarvirksemi í Gundadali trúðu vit ikki okkara egnu eygum. Kann bara siga vegna allar limirnar, at vit eru býráðnum takksom fyri, at hetta bleiv eitt so gott val eftir so drúgva bíðitíð.
Upprunaliga varð ætlanin at byggja eini felagshøli saman við felagnum Ljósinum, men í dag er tað so bara Dansifrøi, sum stendur fyri byggingini. Formaðurin sigur, at limirnir hava leingi savnað pening til byggingina, sum verður mett at kosta einar 10 mill. kr. Tórshavnar kommuna hevur eisini tryggjað sær at kunna leiga hølini onkur vikuskifti og eisini vanligar dagar, har Dansifrøi ikki tørvar hølini so nógv. Hetta kanska serstakliga um summarið. Sum Sosialurin skilur tað, so er ætlanin hjá kommununi at skipa fyri onkum ungdómsvirksemi har, ið líkist tí, sum í dag fer fram í Margarinfabrikkini. Tvs. at við hesum hølunum vil kommunan skapa nýggjar karmar til ungdómin. Og hølini eru eisini einstandandi væl egnað til slíkt endamál. Tí umframt eitt stórt dansigólv er eisini stórur pallur og áskoðarapláss., soleiðis at hølini kunnu brúkast til konsertir.
Tað fer at bera til at hava borðhald har fyri 300 fólkum, og verður skipað fyri eini konsert, so kunnu hølini hýsa 700 fólkum. Hóast hølini koma at liggja í einum bóltsøki, so er tað ikki egnað til bóltspæl men harafturímóti til dans, tónleik, fundir, samkomur ol.
Menna dansin
Erling Jørgensen sær fyri sær, at tá hølini verða tikin í brúk, verður kanska eisini møguleiki fyri veruliga at menna dansiumhvørvið í høvuðsstaðnum, har fleiri ung og eisini tilkomin kunnu gerast limir. Hann sær eisini fyri sær møguleikan at skipa fyri kappingar ala ”Vild med dans” ol.
Og hølini kunnu so aftur fáa fleiri útlendsk dansifeløg at koma henda vegin.
Í dag eru seks virkin dansifeløg í landinum, í Havn, Suðri, Sandoy, Vágum, Sundalagnum og Klaksvík. Eisini í Runavík eru tey sinnað at leggja til brots. Erling Jørgensen heldur tað er gott, at ikki minst tey ungu, sum kanska ikki eru so fegin um ítrótt, eisini hava henda møguleikan at njóta gleðina at dansa og samtíðis at kunna røra seg. Hetta ítrívið er sera heilsugott heldur hann.
Hann vónar at síggja nógvar nýggjar limir, tá hølini verða liðug og leggur aftrat, at eingin skal halda seg aftur, tí tað krevur ongan førleika at kunna vera við. Felagið skipar fyri undirvísing, har nýggir limir kunnu læra dansistev og mongu dansirnar, sum er partur av skránni.
-Hví velja hetta ítrívið?
-Tí tað er so stuttligt og gott fyri sál og likam. Hetta er kanska besta ítrívið, har t.d. maður og kona kunnu vera saman.
Tá vit tosa um dansir, so er hetta tað sama vit plaga at kalla ”gamlamannadansir”. Í veruleikanum er talan um fólkadans av ymsum slag. Í tí høpinum verður í Føroyum oftani hugsað um føroyskan dans. Og tað er jú ikki tað slagi av dansi.
Faktaboks
Felagið Dansifrøi varð stovnað 25. janaur 1972. Leingi hevur verið arbeitt við at fáa felagnum egin høli. Við hjálp frá undanfarna og núverandi býráðsnum er eydnast at røkka á mál, tó at hetta hevur tikið tíð. Í felagnum eru 400 limir. Formaður er Erling Jørgensen.