- Í ringum tíðum skulu vit ikki gloyma góða lagið, og at eitt smíl kann bera okkum ígjøgnum gerandisdagin ? eisini tá ið hann er gráur, segði Margretha drotning millum annað í nýggjársrøðu sínari. Margretha drotning hevur í kvøld hildið sína nýggjársrøðu. Hon umrøddi millum annað búskaparligu niðurgongdina, sum hevur verið í 2010.
- Tað er órógvandi, at so nógv hava mist arbeiði, handlarnir forvinna minni pengar, tá ið kundarnir hava minni hug at keypa, og at kreppan er heimsumfatandi ger, at fyritøkur bæði heima og burturi missa umsetning, segði Margretha drotning.
- Í Danmark hevur tað hjálpt okkum, at vit hava havt vælferð og uppsparing at tera uppá í kreppuni, men tað er ikki bert materiellur ríkdómur, sum hjálpir okkum. Vit eru eisini rík á annan hátt. Vit hava ein grundfestan felagsskap, sum vit eru errin av. Felagsskapurin er ein sterkur kvalitetur, som vit skulu virðismeta høgt, tá ið tíðirnar eru minni góðar, segði danska drotningin.
Hon minti eisini fólk á, at í góðum tíðum er viðgongd ikki ein sjálvfylgja, tí tað eru altíð nøkur, sum hava tað trupult í gerandisdegnum.
- Í ringum tíðum skulu vit ikki gloyma góða lagið, og at eitt smíl kann bera okkum ígjøgnum gerandisdagin ? eisini tá ið hann er gráur. So lat okkum ganga nýggja árinum í møti við vón og lat okkum vísa hvørjum øðrum álit í stórum og smáum, segði Margretha drotning.
Hon sendi sum vant eina heilsan til Føroya og takkað fyri góðu móttøkuna á vitjanini her í summar.