Størstu tølini í hagtølunum um nýggj akfør eru altíð at finna millum persónbilarnar. Fyrra hálvár í ár eru seldir 1006 nýggir persónbilar í mun til 1143 sama tíðarskeið í fjør. Tað er ein afturgongd upp á 12 prosent.
Um vit bara taka junimánað, so vórðu seldir 200 nýggir persónbilar í junimánaði í ár í mun til 230 í juni mánaði í fjør.
Tilsamans í ár eru seld 1319 nýggj akfør í mun til 1594 sama tíðarskeið í fjør. Tað gevur eina afturgongd upp á 17,25 prosent av øllum akførum í landinum.
##med2##