Góð ráð til tey sum keypa á útsølu

Eitt gott tilboð er ikki altíð so gott sum handilin sigur

Í ovurmorgin, fríggjadagin, er tann tiltikni svarti fríggjadagurin, tá ið øll handilsvinnan fer yvir gevind við góðum tilboðum - og har nógv vænta sær at gera kvetti. Men brúkarabumboðið ger vart við at tey góðu tilboðini eru kanska ikki altíð so góð sum tað ljóðar.

 

Tá ið handlar hava útsølu, ella góð tilboð - ella Black Friday tilboð, hevur tað stóran týdning, at prísurin í roynd og veru er lækkaður, og at tann vanligi prísurin er upplýstur – og tann vanligi prísurin, sum verður upplýstur, skal vera tann veruligi prísurin, sum vøran hevur verið seld fyri.

 

Meginreglan er, at tann vanligi prísurin skal hava verið galdandi í minst seks vikur, áðrenn tilboðið kemur í gildi. Fyri mat, jólapynt, og aðrar gerandisvørur og árstíðarbundnar vørur, er kravið kortini fýra vikur.

 

Brúkaraumboðið heitir á øll vinnurekandi um at seta seg væl inn í reglurnar, soleiðis at marknaðarføringin ikki verður villleiðandi og ólóglig.

 

Nøkur góð ráð til handilin:

 

– Minst til at upplýsa tann vanliga prísin á vøruni.

 

– Tann vanligi prísurin skal hava verið galdandi í rúma tíð áðrenn tilboðið byrjar.

 

– Tað skal vera heilt greitt fyri brúkaran, um vøran verður seld við avsláttri, ella ikki.

 

Nøkur góð ráð til brúkaran:

 

– Kanna um vøran í roynd og veru er bíligari, og hvussu stór sparingin er.

 

– Lat teg ikki lokka av tilboðunum, tí kanska er vøran bíligari í einum øðrum handli, ella nethandli.

 

Tekur tú lán til at keypa tú bil, innbúgv, ella annað, eru hyggjuráðini at kanna, hvussu nógv tað kostar at gjalda alt lánið aftur.