Góð ráð um burturkast undir verkfallinum

Nú verkfall er og burturkastið ikki verður heintað, er umráðandi, at allir borgarar og vinnan goyma burturkastið á skilabesta hátt. Umhvørvisstovan er komin við góðum ráðum um burturkastið.

Tá ið burturkast hópar seg upp, er vandi fyri at rotta og onnur skaðadjór dragast at tí. Tískil er ikki óhugsandi, at tað kann gerast heilsuskaðiligt, tí smittuvandin økist munandi, tess longur burturkastið verður standandi.

 

Niðanfyri eru góð ráð um at fyribyrgja skaðadjórum og smittu, meðan verkfallið er:

 

Minka um nøgdirnar av burturkasti

 

  • Minka um matoyðslið. Við at brúka sum mest av allari matvøra, minka vit sjálvandi eisini um matleivdirnar í burturkastinum.
  • Skil burturkastið væl. Skil matleivdir og annað, sum rotnar, frá burturkastinum. Á henda hátt byrgja vit fyri, at tað fer at lukta og harvið dregur rottu og onnur skaðadjór til sín.
  • Bint fyri smærru posarnar, áðrenn tú letur teir í ruskposan. Bint eisini fyri ruskposarnar og set teir í eitt ílat, sum er tætt, um tú hevur møguleika fyri tí.

 

Hvar goymi eg burturkastið?

 

  • Set posarnar kalt og turt, t.d. í ein kjallara, bilhús ella hjall, soleiðis at vit seinka matleivdunum at rotna og harvið lukta.
    • Um tú býrt í íbúð, halt teg kunnaðan hjá eigarafelagnum, um boðað verður frá, hvar burturkastið skal goymast.
    • Um tú ongar aðrar møguleikar hevur, enn at seta burturkastið uttanfyri, er umráðandi, at tað verður sett turt og í skugga.
  • Ansa væl eftir, at ongin slóð eftir matvøru er, har burturkastið verður goymt. Rudda, feia og vaska, har posarnir verða goymdir. Á henda hátt er lættari at varnast, um rotta ella annað skaðadjór hevur verið í burturkastinum.

 

Hevur tú sæð rottu?

 

  • Um tekin er um rottu, skalt tú alt fyri eitt boða kommununi frá. Sí heimasíðuna hjá kommununi.
    • Tað er ein skylda hjá okkum øllum at boða frá rottu.
    • Tað er ongin skomm at fáa rottu

 

Kelda: us.fo