Góð útskifting hjá landsliðnum

Manslandsliðið: Tað var ein góð avgerð, at skifta til annan leikvøll at venja í Kekkia í dag

Føroyska manslandsliðið, sum í morgin skal spæla venjingarlandsdyst móti Kekkia í Olomouc, hevur í dag havt sín aðru og seinastu venjing undan dystinum. Venjaratoymið valdi at skifta frá heimavøllinum hjá Slavia Brno til at venja á heimavøllinum hjá Tartan Kohoutovice stutt frá miðbýnum í Brno.

 

Tað skuldi vísa seg, at verða ein góð avgerð. Vøllurin í gjár var vánaligur. Í dag var undirlagið væl betri og tað tóktist eisini merkja venjingina, sum var á høgum stigi. Tað sæst tó eisini, at tað eru fleiri ungir og nýggir mans við. Tað vóri fleiri mistøk at hóma, og spælararnir eru ikki so samanspældir, sum onkuntíð.

 

Eli Hentze, hjálparvenjari, og Magni Mohr, kropsligur venjari, tóku sær av upphitingini. Síðani var farið til eitt spæl við fýra lítlum málum. Eftir hetta var tað taktist venjing á fullum vølli og tað bleiv endað við einum intervalspælið og deyðbóltum.

 

Gilli Rólantsson vandi ikki við í gjár, tí hann ikki var komin til Brno. Hann vandi við í dag. Einasti spælari, sum ikki vandi við við fullari ferð var Andrass Johansen úr B36. Hann bakkaði út miðskeiðis í venjingini.

 

Tað eru ábendingar um, at Håkan Ericson ætlar at velja teir royndu spælararnar til dystin í morgin, meðan teir ungu í størri mun fáa møguleikan leygardagin í Kosovo.