Góða gongdin við toskinum er avlýst

- Toskurin er nógv niðurskrivaður, og tað er hýsan á landgrunninum partvís eisini, tó ikki í sama mun sum toskurin, sigur Petur Steingrund. fiskifrøðingur.

 

- Bæði toskur og hýsa vóru rættiliga rak eftir gýting í 2019, sigur Petur Steingrund, fiskifrøðingur.

 

 

Í 2015-2016 sóust ábendingar í yvirlitstrolingum hjá Havstovuni um, at toskur og hýsa so smátt byrjaðu at koma fyri seg aftur eftir søguliga langt tíðarskeið við fiskaloysi, og árini 2017 og 2018 fekst væl av fiski.

 

Men, longu á heysti í 2019 vístu yvirlitstrolingar aftur, at góða gongdin við toski og hýsu á landgrunninum enn einaferð vendi til afturgongd, hóast tað tá framvegis væl at fáa av báðum fiskasløgum.

 

Petur Steingrund, fiskifrøðingur, helt á heysti í 2019, at orsøkin til framgongdina helst var ein samanrenning av færri brúktum fiskidøgum og góðum náttúruumstøðum, eitt nú gróðri í havinum og hampiligari nøgd av nebbasild.

 

Vónirnar á heysti í 2019 vóru tó, at nógv vísti seg at vera til at smáum toski, eins og nógv var til av hýsu í ymiskum støddum. Tó vísti tað seg, at bæði toskur og hýsa vóru rættiliga rak eftir gýting í 2019.

 

2019 var eisini árið, tá nógvur toskur leitaði sær inn á firðir og sund, og bátar eitt nú á Fuglafirði, Vestmanna og aðrastaðni, sum lógu stutt úr bryggjukantinum, rokaðust í toski.

 

Toskurin leitaði sær nevniliga inn á firðir, har frárensl vóru við fiskaslógvi frá fiskaframleiðslu á landi. Sagt verður, at toskur er kanibalur, og tá føði í havinum vantar, etur hann sítt egna avkom.

 

Tað er ongantíð væl dámt, tá toskur leitar sær móti landi, og tíðin síðan hevur eisini víst, at góðu útlitini, sum annars vóru fyri toskafiskiskapi á føroyska landgrunninum, fánaðu og versnaðu, sum tíðin leið.

 

Fara vit enn longur aftur, kanska eini seks til átta ár, var nógvur smáfiskur uppi í veiðini hjá útróðrarbátum og línuskipum annars hetta várið, men tá hesin fiskur seinni skuldi bera fiskiskapin, var hann ikki har kortini.

 

Á heysti í 2019 helt Petur Steingrund ikki, at hóttafall neyðturviliga var á toski, tó at lítil føði vísti seg at vera á landgrunninum. Fiskifrøðingurin segði seg vóna, at fiskurin fór at gerast feitari aftur, sum heystið og veturin gingu.

 

- Hin stóri spurningurin er, hvussu verður við gróðrinum og nebbasildini, tá vit koma út á várið 2020, legði hann aftrat.

 

Í morgun, tá vit aftur skiftu orð við Petur Steingrund, fiskifrøðing, helt hann fyri, at góða gongdin, sum var við toskinum árini herfyri, nú er avlýst, sum hann tekur til. Hann heldur, at tað kann vera trupult at siga ítøkiliga, hví toskurin gjørdist so ódrúgvur enn einaferð.

 

- Toskurin er nógv niðurskrivaður, og tað er hýsan á landgrunninum partvís eisini, tó ikki í sama mun sum toskurin. Men, á Føroyabanka er framvegis nógv til av hýsu í ymiskum støddum, sigur fiskifrøðingurin, sum vit høvdu eitt stutt prát við í morgun.

 

At toskurin á Føroyabanka er serstakur og er ein stovnur fyri seg, hevur verið greitt í mong ár. Hinvegin eru ikki tær nógvu kanningarnar gjørdar av hýsu - um hýsa á Bankanum eisini er ein stovnur fyri seg.

 

- Men, tað er ikki óhugsandi, sigur fiskifrøðingurin, Petur Steingrund.

 

##med2##

 

 

 

 

 

 

 

- Bæði toskur og hýsa vóru rættiliga rak eftir gýting í 2019, sigur Petur Steingrund, fiskifrøðingur.

Soleiðis lógu bátar og fiskaðu tosk á Fuglafirði og aðrastaðni í 2019.